Endurgeving av tilfari Prenta E-mail
Kunning - Vegleiðingar
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 04 August 2009 17:18
Myndir
Myndir sum liggja undir www.FaroeNature.net kunnu nýtast ókeypis tá talan er um privat endamál og sum ikki tæna nøkrum vinnuligum endamáli ella endamálinum hjá nøkrum felagsskapi. Undantøk eru myndir sum fylgja við einum tíðindaskrivi. Tó er altíð neyðugt at viðmerkja, hvør upprunin er. Beint við, ella á myndini, skal standa: Navn á myndatakara/FaroeNature.net. Er talan um eina heimasíðu, skal alt ella FaroeNature. net vera eitt leinki.

Dømi:
Janus Hansen/FaroeNature.net
 
JPP/FaroeNature.net
Tað ber altíð til at spyrja nærri. Sí Samband, niðast á forsíðuni.


Skriv, greinir og líknandi
Skrivligt tilfar, sum liggur á FaroeNature.net (har eingin tilvísing er til keldu), kann nýtast frítt so leingi keldan verður nevnd. Hav í huga at peningaligur stuðul altíð er vælkomin. Si Stuðla, niðast á forsíðuni.

 
information-pictorial