Banner
Lýsingar á FaroeNature.net
Kunning - Hjálp til
Skrivað av Janus Hansen   
Fríggjadagur, 21 August 2009 09:25
FaroeNature.net verður nýtt sum samskiftismiðil hjá teimum, sum eru áhugaði í náttúruni í Føroyum. Kunnandi tilfar og myndir liggja eisini her. Í løtuni eru um 4.000 myndir úr føroysku náttúruni savnaðar á síðuni.

Tøknin ger tað gjørligt at loyva øðrum enn skrásettum limum at skriva og samstundis halda spam vekk. Hesi kunnu t.d. spyrja um alt sum hevur við náttúruna at gera og kunnu vænta sær svar frá serfrøðingum. Umframt møguleikar hjá fólki at spyrja, svara, senda myndir o.s.fr. er ætlanin at hetta verður besta staðið at finna sær kunning um føroysku náttúruna. Her verður tekstur við myndum um fuglasløg, skordýr o.m.a. Tíðindi verða alsamt løgd á síðuna, bæði sum privatir bloggar og tíðindi uttaneftir. Forsíðan verður livandi við fráboðanum, nýggjastu skrivum, nýggjastu myndum og tað verður einans her at lýsingar síggjast.

Síðan heimasíðan varð stovnað í 2005 hava tað verið yvir 500.000 vitjandi og yvir 5 mió sýndar síður. Í miðal fyri 2009 hava tað verið sýndar um 5.000 síður um dagin og tað haveverið um 250 vitjandi um dagin.

Kostnaðir fyri at lýsa á síðini eru her:
  464 x 60 px 234 x 60 px
6 mánaðir 5.500 kr  3.000 kr
12 mánaðir 10.000 kr  5.500 kr
Støddirnar her eru standard støddr, men aðrar støddir kunnu vit tosa um.

Við tíðini eru nógv vorðin troytt av Flash og blinkandi lýsingum og blokkera hesar lýsingar so tær ikki síggjast. Eg vænti at tey sum nýta internetið mest og hava lættast við klikkja á lýsingar eru tey somu sum hava lættast við at blokkera lýsingar. Fyri at geva bæði vitjandi og lýsarum eina so góða tænastu sum gjørligt vil eg helst ikki hava Flash ella animeraðar lýsingar.

Lat meg frætta um hetta hevur tín áhuga.

Skriva til webmaster@faroenature.net
 
Mail listi

Nú er FaroeNature mail listin endurstovnaður. Tað merkir, at tey ið eru skrásett fáa teldupost, sum verður sendur til ymiskt@faroenature.net ella varsko@faroenture.net.

Um tú vilt vera við í listanum, lat meg so frætta á webmaster@faroenature.net.

 

Nýggjastu myndir

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

26 apríl 2012 /

Viðmerktar myndir

Savn: Mykines 13.-17. juni 2011

Savn: Mykines 13.-17. juni 2011

Savn: Mykines 13.-17. juni 2011

Leita
RSS-feeds
Samband
Hjálp til
Lýs
Treytir
Orðaskifti | Fílusavn | FaroeNature.net
Tíðindi | Blog | Alt
Janus Hansen |
webmaster@faroenature.net | (+298) 22 59 33 | Skype:janus.hansen.fo
Kunna teg um hvussu tú kanst
hjálpa til við umsitingini av FaroeNature.
Kunna teg um hvussu tú kanst
lýsa.
Kunna teg um
treytirnar við at endurgeva av www.FaroeNature.net.