Vágar Prenta E-mail
Goymsla - Støð at hyggja eftir fuglum
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 20 Januar 2009 18:04
DSC_8479.jpg
Tindhólmur.

Um tú ert í bili í Vágum og hevur eina løtu at brúka - ein tíma ella tveir - so er tað eitt sera gott høvi, til at hyggja eftir fuglum.

Oyrargjáarvegurin
Hygg út í sundið framvið vegnum. Á Oyrargjógv kanst tú fara úr bilinum og kika norðureftir.
Her er onkuntíð æðukongur sæddur, men fyri tað mesta sært tú æður, teistar og skarvar umframt ymisku másasløgini. Eisni síggjast havgæs og onkur hiplingurin eisini. Um summari eru nógvar ternur her, sum eiga longur uppi í líðini. Tað er sum oftast onkur súla at síggja í sundinum um summarið eisini. Títlingar sært tú framvið vegnum, kanska mest yviri ímóti Fútakletti. Nísur síggjast ofta í sundinum og onnur hvalasløg síggjast av og á.

Sandavágur
Koyr yvir um ánna, ígjøgnum bygdina og út á Bakka. Tú kanst koyra oman á gomlu keiina og fara úr bilinum at kika. Ein góður túrur er at ganga til endan á vegnum, har tú hevur gott útsýni. Í fjøruni kanst tú síggja grátítling og tjaldursgræling. Útfyri sært tú æður, teista og toppont. Her hevur brugda onkuntíð ligið heilt innvið land og ikki heilt lítið av grind er sædd her eisini. Tað er ikki óvanligt at síggja ógvellu her.
Koyrur tú til Sjóberið, bein niðanfyri kirkjuna, kanst tú fara beint afturum grótkastið, har er ein bonkur, sum tú kanst sita á og hyggja út yvir vágna. Í ánni eru villdunnur, men tíverri ganga fólk ofta túr við leysum hundum, sum styggja tær.
Tá tú koyrur eftir høvuðsvegnum, giljamegin, ímóti Miðvági, kanst tú koyra inn á eitt lítið bilpláss bein innanfyri busskýli tað seinna busskýli. Her kanst tú kika oman á sand og oman í fjøruna. Nakað innanfyri, við Tváttá, sært tú másar, eisini fransaternur. Her síggjast eisini tey fyrstu tjøldrini á vári.
Tá tú kemur inn á nes, frá Sandavági, kanst tú koyra til vinstru, oman eftir kovavegnum. Her sært tú oman í fjøruna har másar og æður sita. Úti við aliringarnar eru sum oftast eisini nógvir másar og nakrar æður.
Myndir tiknar í Sandavági

MiðvágurVið Gamlaskúla í Miðvági
Ein túrur eftir keiini við flakavirkið er ofta ein góður máti at sleppa heilt tætt at æðum, másum toppontum og tjaldursgrælingum. Kanska tú eisini kemur heilt tætt at spegilsantar steggjanum.
Koyr eftir vegnum við Skipaeftirlitið. Steðga onkustaðni eftir vegnum og hygg oman í fjøruna. Her sært tú æður, toppentur og villdunnur. Grágrælingar sita ofta á smáum klettum her. Eisini skarvur sæst her og tað kemur fyri at onkur hiplingur eisini er her.
Besta staðið at hyggja eftir fugli í Miðvági mann vera á sandinum. Her síggjast nógv sløg av grælingum, másum og antarfuglum. Tú kanst koyra til Gamla Skúla (sí mynd) og sita í bilinum og kika útyvir sandin. Másafuglar sum síggjast her eru, svartbakur, likka, fiskimási, gneggjus, fransaterna og eisini er onkur sæðingur sæddur her. Antarfuglar eru, æða, villdunna, toppont og ennigular entur. Grágæs síggjast eisini og helsigás er eisini sædd her. Grælingar eru, grágrælingur, tjaldursgrælingur, fjallmurra, sandgrælingur. Aðrir fuglar sum ikki eru óvanligir at síggja her eru, stari, kráka, kvørkveggja, tjaldur, stelkur og mýrisnípa.
Myndir tiknar í Miðvági

Vatnið
Tá tú koyrir eftir vatnavegnum eru nøkur ávís støð har fuglur ofta sæst.Vatnavegurin
Tá tú hevur koyrt eini 700 metrar framvið vatnavegnum frá Miðvági kemur tú til ein vika, har ein betongbygningur stendur hinumegin vegin. Her loysur tað seg at hyggja tí onkuntíð sæst villdunna ella súgont her. Eftir vatnavegnum eru fleiri víkipláss har tað ber til at steðga, ofta kann ein fáa eyga á villdunnu, gjør ella súgont.
Beint áðrenn tú kemur til Vatnsoyrar er eitt stórt víkipláss, hetta er helst tað besta plássi at steðga. Her sæst vildunna, trøllont og toppont. Onkuntíð sæst súgont, grábøkut ont ella gjør.
Sýnið ímóti VatnsoyrumMásafuglar standa altíð við við munnan hjá Sjatlá. Í sjálvari ánni og á fløtuni sæst gás, villdunna og av og á síggjast krikkentur. Eisini hevur sevhøna verið sædd her. Tá tú koyrur frá Sørvági av, steðga so beint áðrenn brúnna. Har sært tú niðan í ánna og út yvir vatnið. Á sandinum kunnu tjøldur og grælingar síggjast. Flokkar av íslandsgrælingi, svarthálsu og fjallmurru eru sæddir her.

 
information-pictorial