Útferð í Suðri 4.-6. september
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 07 September 2009 00:11
20090905-LJH-suduroy-5.jpg
Í Hvalba hyggja vit eftir snælduont.
Fyrsta vikuskifti í september vóru fýra limir í Fuglafrøðifelagnum í Suðri. Endamálið var sjálvsagt at hyggja eftir fugli. Tilsamans sóu vit 56 sløg.
Eg, Willi og Silas fóru suður við seinnu rutu fríggjakvøldið og vit búðu hjá Andreu sum var farin til Vágs við fyrru rutu. Vit stóðu nærum allan vegin suður úti á dekkinum, fyri at vita um ikki okkurt áhugavert var at síggja. Av fugli sóu vit m.a. skráp, súlu og lomviga. Men Silas sá eisini okkurt hvalaslag, kanska grind ella springara, og vit sóu allir fleiri nísur í flokki.
Tað var rættiliga myrkt tá vit komu suður, so vit náddu líka at hyggja á vatnið í Vági, men har lá bara tað vanliga. Tríggir svanar, moskusdunnan, trøllentir og vildunnur.

Leygardagur
Morgunin eftir var veðrið sera gott, og vit løgdu frá húsum kl 7. Leiðing gekk beint til Akraberg og á veg har til sóu vit ein hegra í Lopra. Á Akrabergi gingu vit sum vant runt í økinum. Har sóu vit ein kápugræling Philomachus pugnax, tangspógvar, tjøldur, skúgvar og annað. Sjálvur endaði eg við at ganga nakað frá hinum trimum, og tá eg kenni lítið og einki til rovfuglar sá eg sjálvandi ein tá. Hann sveimaði í lotinum eina lítla løtu og hvarv síðan. Seinni royndi eg at greiða frá hvussu hann sá út, men kundi ikki siga nógv annað enn at hann tóktist nakað størri enn smyril.
Vit koyrdu so til Sumba og sóu har stelk, leyvljómarar, erlu kongsdóttur og títlingar. Vit løgdu merki til, at allastaðni har vit komu vóru rættilga nógvir grátítlingar; teir vóru um alla oynna. Tað sama kann sigast um erlu kongsdóttur, men í væl minni tali.
Vit hildu vit skuldu gera eina roynd aftrat fyri at síggja handa rovfuglin, og fóru tí aftur út á Akraberg. Har sá silas ein smyril og vit sóu ein notuljómara. Tá var einki serligt lag á mær tí eg helt, at eg átti at kent smyril, men at helst var tað hann eg hevði sæð.

Vit hildu leiðina norðeftir. Í Vági sóu vit ein hegra. Í Porkeri sóu vit tveir leyvljómarar.
Longu tíðliga á degnum byrjaði so smátt at regna. Og vitiligt er at smáfuglar dáma als ikki regn og vind og tí gerast nærum ógjørligir at finna tá veðrið er vánaligt. Og tí gjørdist eisini minni hugaligt (umframt orsaka av sjálvum regninum) hjá okkum at ganga úti og hyggja í garðar og leita eftir smáfuglum. So tað gjørdu vit minni og minni av.

Á nesi sóu vit tveir hegrar og tveir tangspógvar. Í Hvalba sóu vit fleiri mýrisnípur. Ein teirra var rættiliga myrk. Vit royndu at hyggja betur eftir henni, men eingin endalig niðurstøða varð gjørd. Vit hugdu á vøtnini á báðum eiðunum. Har var tað mest áhugaverda var ein snælduantarbøga. Á sandinum í Sandvík sóust ternir, sandgrælingar, onkur svarthálsa og fjallmurra.
Á veg suður fóru vit til Fámjin. Har vóru ennigular entur og tangspógvar. Tá regnaði so illa at vit fóru til hús eftir tað.
Eftir at hava etið eina súpan við kjøtbollum og øðrum góðum var veðrið somikið batna, at vit fór ein stuttan túr aftrat, men tá sást lítið. Á Ryskivatni var als einki at síggja.

Sunnudagur
Sunnudagurin byrjaði eins og dagurin fyri. Vit fóru beint til Akraberg. Nú var kápugrælingurin vekk. Men nakað burtur, uppi við røðina ímóti Blæing, síggja vit ein rovfugl, og hann er størri enn smyril. Hetta var ein grýtissmyril Falco tinnunculus! Vit eygleiða hann eina løtu og við eitt er ein annar vanligur smyril har. Hesin roynur at jagstra tann størri grýtissmyrilin. Og tað bar eisini til, tí skjótt vóru teir báðir vekk. Men eg var glaður, tí hóast eg ikki kendi hann fyri grýtissmyril so fekk eg staðfest tað eg helt dagin fyri, at hetta so ikki var ein vanligur smyril.

Í Sumba gekk betur enn Leygardagin. Nú var meira lív í runnunum og vit sóu eini 5-10 leyvljómarar.
Andrea avgjørdi ikki at halda leiðina fram við okkum, tí hon vildi til heilsurenningina. Í Porkeri sóu vit 4 krossnev, tvær bøgur og tveir steggjar. Í Fámjin var sera hugnaligt. Har var sera stór fjøra og fitt av antarfuglum. Eisini vóru tríggir tangspógvar, sum av og á flugu runt og lótu so tað gelti í homrunum. Tá vit vóru á veg av stað sóu vit tveir smyrlar.

Í Trongisvági hildu vit at vit nú skuldu hyggja í garðin sum er omanfyri viðarlundina. Hesin garður vísur seg at vera sera áhugaverdur, tí nógvir óvanligir fuglar enda júst her. Viðarlundin er næstan bara nálatrø meðan garðurin hevur alskyns sløg av leyvtrøum og runnum. So skjótt vit koma til garðin síggi eg okkurt gráligt strúka framvið, men kann einki meira siga enn tað. Músabróður og kvørkveggju fáa vit skjótt staðfest. Harumframt síggja vit fuglin og halda tað møguliga vera grannljómara. Men hóast vit brúka eina góða løtu uppá at hyggja og flyta okkum, so fáa vit ikki staðfest hvat hetta er. Vit avgera at fara víðari, tí vit skuldu við bátinum kl 17:30.

Á vøtnunum á eiðunum í Hvalba vóru trøllentir, ennigular entur, stelkur og ein krikkont. Á fløtuni var eingin mýrisnípa at síggja. Í Sandvik vóru eingir ljómarar at finna í gørðunum og á sandinum gingu somu fuglar sum dagin fyri.
Tíðin byrjaði at ganga undan okkum so vit skundaðu okkum til Nes. Har vóru tveir tangspógvar, onkur svarthálsa og stelkur. Í ánni lá eisini ein havhestaungi. Nú vóru bara 40 minuttir til báturin fór, men vit hildu alíkavæl, at rættast var nokk at steðga á í garðinum í Trongisvági. Bara í fall.
So skjott vit hyggja inn í garðin síggja vit aftur eitt gráligt strúka framvið. Eftir einari løtu hava nakrar sera stuttar eygleiðingar verið. Veik eygnarípa, gráligur omaná, ljóst beigi undir og allatíðina onkur "tek, tek" ljóð. Og hóast hvørki eg ella Willi dugdu at siga nakað út frá tí, so er eitt fimmoyra so smátt er byrja at falla hjá Silas. Á fartelefonini hevur hann nógv fuglaljóð og roynur at spæla fyri eitt ávíst slag, og jú mínsann. Fuglurin svarar.
Men nú eru 15 minuttir til báturin fer. Andrea ringir frá Smyrli og sigur, at vit mugu koma um vit vilja við bátinum. Og við ótrúliga ringum tannabiti kemur Silas við. Tí hóast hann ikki hevur fingið tikið mynd av fuglinum, so at slagið kann skjalprógvast, heldur hann at hesin fuglur líkist sera nógv Hippolais rama. Hesin er funnin í Hetlandi nakrar ferðir. Hippolais rama og Hippolais pallida, sum er funnin nakað oftari í Hetlandi og Íslandi, líkjast sera nógv. Men hesin fuglurin minnur meira um Hippolais rama.

Á veg norð við smyrli síggi eg hornið av einum hvali, eg rokni við springara. Vit síggja fleiri skrápar, skúgvar, súlur og ein gráskráp.

Myndir hjá mær:
20090906-LJH-suduroy-11.jpg
20090906-LJH-suduroy-12.jpg
20090906-LJH-suduroy-13.jpg
20090906-LJH-suduroy-14.jpg
20090906-LJH-suduroy-15.jpg
20090906-LJH-suduroy-16.jpg
20090906-LJH-suduroy-17.jpg
20090906-LJH-suduroy-18.jpg
20090904-LJH-suduroy-1.jpg
20090905-LJH-suduroy-2.jpg
20090905-LJH-suduroy-3.jpg
20090905-LJH-suduroy-4.jpg
20090905-LJH-suduroy-5.jpg
20090906-LJH-suduroy-6.jpg
20090906-LJH-suduroy-7.jpg
20090906-LJH-suduroy-8.jpg
20090906-LJH-suduroy-9.jpg
     


Myndir hjá Silas:
Grytusmyril_1.jpg
Grytusmyril_2.jpg
Grytusmyril_3.jpg
Grytusmyril_4.jpg
Gr_skr_pur.jpg
Korssnev.jpg
Leyvlj_mari.jpg
Sn_lduont.jpg


Fuglar sæddir á túrinum:
1 havgás, imbrimil Gavia immer
2 havhestur, náti Fulmarus glacialis
3 gráskrápur Puffinus griseus
4 skrápur Puffinus puffinus
5 skarvur Phalacrocorax aristotelis
6 hegri, hakaspjað Ardea cinerea
7 okn, svanur Cygnus cygnus
8 grágás Anser anser
9 ennigul ont Anas penelope
10 krikkont Anas crecca crecca
11 villdunna Anas platyrhynchos
12 snælduont Anas acuta
13 trøllont Aythya fuligula
14 æða Somateria mollissima faroeensis
15 toppont Mergus serrator
16 grýtissmyril Falco tinnunculus
17 smyril Falco columbarius
18 tjaldur Haematopus ostralegus
19 svarthálsa Charadrius hiaticula
20 lógv Pluvialis apricaria
21 sandgrælingur Calidris alba
22 grágrælingur Calidris maritima
23 fjallmurra Calidris alpina
24 kápugrælingur Philomachus pugnax
25 mýrisnípa Gallinago gallinago faeroeensis
26 spógvi Numenius phaeopus
27 tangspógvi Numenius arquata
28 stelkur Tringa totanus robusta
29 tjaldursgrælingur Arenaria interpres
30 kjógvi Stercorarius parasiticus
31 skúgvur Stercorarius skua
32 fransaterna Larus ridibundus
33 skatumási,válkur, lortumási Larus canus
34 likka Larus fuscus graellsii
35 fiskimási Larus argentatus
36 svartbakur, bakur Larus marinus
37 ryta Rissa tridactyla
38 terna Sterna paradisaea
39 lomvigi, lomviga Uria aalge aalge
40 álka Alca torda torda
41 teisti Cepphus grylle faeroeensis
42 lundi Fratercula arctica grabae
43 bládúgva Columba livia
44 títlingur Anthus pratensis
45 grátítlingur Anthus petrosus kleinschmidti
46 erla kongsdóttir Motacilla alba alba
47 músabróðir, mortítlingur Troglodytes troglodytes borealis
48 steinstólpa Oenanthe oenanthe oenanthe
49 kvørkveggja Turdus merula
50 notuljómari Sylvia curruca
51 grannljómari Phylloscopus collybita
52 leyvljómari Phylloscopus trochilus
53 títlingskongur Regulus regulus
54 kráka Corvus corone
55 ravnur Corvus corax varius
56 stari Sturnus vulgaris faroensis
57 gráspurvur Passer domesticus
58 krossnev Loxia curvirostra




 
BirdLife International   
Teldupostur ffff@kallnet.fo
Telefon +298 225933 (Janus)
Postur Postboks 1230
  FO-110 Tórshavn