Túrur til Mykines - 2009
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Sunnudagur, 27 September 2009 00:00
Leyvlj_mari_B_ur_20_08_2008_R_K_001.jpg
Leyvljómari.
Vikuskifti 16.-18. Oktober er seint á árinum til góðveður, men besta tíð at síggja ferðafuglar.

Ferðafuglar fylgja ikki einari beinari linju, men á leiðini suðureftir verða teir nógv ávirkarðir av vindi. Í Norðuramerika, Evropa og Asia ferðast milliónir av fuglum suðureftir, og nógvir av teimum verða riknir somikið nógv av leið, at teir enda í Føroyum. Ein tann besta tíðin til at síggja hesar fuglar er um miðan Oktober. Tað eru nógv sum vilja síggja síggja teir spennandi og litríku smáfuglar sum kunnu koma henda vegin. Tí skipar Fuglafrøðifelagið fyri útferð til Mykines vikuskifti 16.-18. Oktober.
Í Íslandi hava tey funnið yvir 40 sløg av  amerikonskum smáfuglum, og flestu teirra í Oktober. So tað skuldi ligið væl fyri hjá okkum at sæð okkurt hetta vikuskifti.

Vit koma ikki at ganga langar ella krevjandi túrar. Fyri tað mesta ganga vit har fuglur kann væntast: í síðum vøkstri, á bønum ella í fjøruni. Møguliga ganga vit ein túr út í Hólman.

Um hann liggur lágur eystan og kanska serliga av landsynningi, tá er góður kjansur fyri at síggja nógvar smáfuglar úr Europa og heilt úr Asia. Um lágtryst , sum vant hesa ársins tíð, koma úr vestri er kjansur fyri at síggja sera sjáldsamar og litfragrar smáfuglar úr Norðuramerika.

Óansæð ætt, so verður hetta eitt sera gott og læruríkt vikuskifti. Hvørt kvøld hyggja vit eftir myndum og læra fuglarnar betur at kenna. Vit læra at kenna mun á sløgum, hvørji eyðkenni vit skulu festa okkum við og so framvegis. Eisini læra vit hvussu vit skulu bera okkum at fyri at síggja fremmandar fuglar í Føroyum. Ikki minst hvussu veðrið ávirkar, hvørji støð eru góð og nær tey eru góð.

Vit kunnu ikki lova tær at síggja nakran ávísan fugl. Men vit kunnu lova tær ein góðan og læruríkan túr.

Um veðrið er ov ivasamt verður ikki farið. 
Melda til við at ringja til Hildur á 219632 ella skriva til hildur.nielsen@email.fo , í síðsta lagið 9. Oktober. Øll eru vælkomin!

Bátur siglur av Sørvági kl. 10 fríggjadagin, og verður aftur kl. 12:15 sunnudagin.
Kostnaður fyri túrin er 350 kr. Hetta er fyri mat og bústað. Ferðing er ikki íroknað.

Tað einasta tú skalt hava við er soviposa og helst ein kikara. Tó, vit hava eisini onkran til láns.

Grannlj_mari3_x_109.jpg
Gar_lj_mari_2_.jpg


 
BirdLife International   
Teldupostur ffff@kallnet.fo
Telefon +298 225933 (Janus)
Postur Postboks 1230
  FO-110 Tórshavn