Kunning
Rovfuglabólkur
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 03 November 2009 22:44
_dsc_6969_810.jpg
Vil tú arbeiða við smyrlastovninum í Føroyum?
Rovfuglegruppen hjá Dansk Ornitologisk Forening arbeiður við at víðka um sítt virksemi, og vil eisini samstarva við fólk í Føroyum. Tað er ikki neyðugt at kanna allar Føroyar ella allar smyrlar. Í stuttum er ynskiligt, at tú fylgir við smyrlastovninum í einum smærri øki - t.d. har tú býrt.
Um ein ella fleiri vilja vera við í hesum, so er Fuglafrøðifelagið til reiðar at hjálpa við samskipan og samskifti.
Hevur tú spurningar ella áhugað, skriva so til Fuglafrøðifelagið ella Rovfuglegruppen við spurningum.

Eitt longri skriv um Rovfuglegruppen er niðanfyri.
Les meira...
 
Almennur fyrilestur - fuglar í árinum
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 03 November 2009 19:13
2009 hevur verið eitt sera áhugavert ár. M.a. eru fleiri nýggj sløg eru skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum. Mikukvøldið 4. november hevur Silas Olofson framløgu um hesi sløg og annað áhugavert í samband við fuglar í Føroyum.
Les meira...
 
Bøtur fyri brot á Fuglaveiðulógina
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 14 September 2009 00:00
Gr_g_s29_09_06_214.jpg
Grágás á trøð.
Tað eru helst nógv sum als einki kenna til Fuglaveiðulógina og onnur, sum einki leggja í hana. Tíbetur verða fólk tikin fyri brot á lógina, og fáa bót hareftir.
Les meira...
 
Túrur til Mykines - 2009
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Sunnudagur, 27 September 2009 00:00
Leyvlj_mari_B_ur_20_08_2008_R_K_001.jpg
Leyvljómari.
Vikuskifti 16.-18. Oktober er seint á árinum til góðveður, men besta tíð at síggja ferðafuglar.

Ferðafuglar fylgja ikki einari beinari linju, men á leiðini suðureftir verða teir nógv ávirkarðir av vindi. Í Norðuramerika, Evropa og Asia ferðast milliónir av fuglum suðureftir, og nógvir av teimum verða riknir somikið nógv av leið, at teir enda í Føroyum. Ein tann besta tíðin til at síggja hesar fuglar er um miðan Oktober.
Les meira...
 
Útferð í Suðri 4.-6. september
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 07 September 2009 00:11
20090905-LJH-suduroy-5.jpg
Í Hvalba hyggja vit eftir snælduont.
Fyrsta vikuskifti í september vóru fýra limir í Fuglafrøðifelagnum í Suðri. Endamálið var sjálvsagt at hyggja eftir fugli. Tilsamans sóu vit 56 sløg.
Les meira...
 
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 Næsta > Síðsta >>

síða 2 av 3
BirdLife International   
Teldupostur ffff@kallnet.fo
Telefon +298 225933 (Janus)
Postur Postboks 1230
  FO-110 Tórshavn