| Leita eftir rottu í Nólsoy |
| Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning | ||||||||||||||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||||||||||||||
| Týsdagur, 09 Mars 2010 10:37 | ||||||||||||||||||||||
|
Leygardagin 6 mars vóru vit 3 mans úti í Nólsoy fyri at endurtaka kanningina við útbreiðslupinnunum. Manningin var William Simonsen, Jónheðin Tróndheim og eg sjálvur. Jens-Kjeld tók ímóti okkum og vísti okkum niðan til har ið spor vóru sædd í seinastu viku, beint við ein høsnagarð í bygdini. Av teimum 3 búrfellunum sum eru har úti, standa nú 2 í bygdini, og ein norðanfyri bygdina har ið Marni á Skúr sá rottu seinasta summar. Nógvir rottukassar til eitur eru komnir út í bygdina, og helst skuldi hetta verið við til at hildi rottuna niðri, um teir verða viðlíkahildnir og kannaðir regluliga. Vit gingu norð til húsini norðanfyri tómu bygdina fyri at kannað pinnarnar ið vóru settir har. Tað var ofta sera trupult at finna pinnarnar aftur, sjálvt um vit nýttu GPS'ara fyri at finna støðuna. Framyvir er ætlanin at seta ein longri pinn við síðina av, sum gjarna skuldi gjørt tað lættari at funni seinni. Har var sera lítið at síggja, á nøkrum fáum pinnum kundi tað sæð út sum at mús ella fuglur hevði gnaga ella bitið, men annars sera lítið. Vit fingu ein góðan túr út í hvíturð. Sjálvt um tað var nógvur vindur, so var tað turt mesta av tíðini. Og vit fingu ein góðan túr suður í hvíturð har vit settu nakrar pinnar. Annars fingu vit kannað allar pinnarnar sum vóru settir tvørtur um oynna, og har var sera lítið av aktiviteti má sigast. Men helst hava vit nýtt ov lítið av lokkimati á pinnunum, so við hvønn pinn sum vit funnu órørdan koyrdu vit nýggja mongd av smøri og nøtte á. Hetta skuldi gjørt líkindini betur fyri at funni okkurt næstu ferð vit fara út. Eg vil hervið takka báðum makkarunum sum komi við út, Jónheðin var fotograf, og kom tí av góðum grundum ikki á nakra mynd sum varð tikin. Vinarliga Sjúrður |






