| Ferðafrásøgn: Mykines, Oktober 2009 |
| Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
| Týsdagur, 17 November 2009 00:00 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Eg (Janus), Jóan Petur, Willi og Hans Eli vóru í Mykinesi 16-18 Oktober. Sagt var frammanundan, at eitt endamál við túrinum var at síggja smáfuglar, sum vóru farnir av leið og vórðu endaðir har. Hóast mykinesmenn søgdu at nógvur smáfuglur hevði verið har fyrr í vikuni, so sóu vit einans ein ljómara. Men tíbetur var tað ikki einasta endamálið. Mykines er ein vøkur og spennandi oyggj og eitt vikuskifti har, er altíð eitt gott upplivilsi. Vit fóru av Sørvági kl. 10 fríggjamorgunin, men tá báturin var komin út vendu vit við aftur, tí fólk á landi segði at har var ikki lendandi. Tyrlan gjørdi ein túr 15:30, so vit koyrdu eitt sindur runt til tá. Har vóru sóu fleiri títlingskongar, men einki óvanligt. Um vit høvdu vitja rættan garð í Miðvági, so høvdu vit sæð norðljómara. Komnir út í Mykines gingu vit nakað runt. Omanfyri bygdina vóru nógvir óðinshanar og fjalltrøstir (15+). Annars vóru fleiri grátítlingar og músabrøður at síggja í og við bygdina. Næsta dag gingu vit ein túr ígjøgnum bygdina. Men tað var ikki nógv at síggja. Vit sóu ein títling, sum vit hildu sá nokkso serstakur út, men tað vísti seg at vera ein summartítlingur (eg veit, løgin málburður, men føroysku nøvnini eru ikki altíð so heppin). Tað var heldur vátt, so vit gingu bara nakað útum bygdina og fóru so inn aftur og fingu okkum ein kaffimunn. Nakað av vindi var men tá tað var tornað nakað fóru vit út í hólm. Ein sera góður túrur, tó uttan nakað óvanligt fuglaslag. Í gjónni (sundinum?) ímillum hólm og oynna lá ein kópur í briminum. Nakrar súlur sóust stadivekk og onkur grásúla var var framvegis ikki floygd. Úti við vitapassarhúsini vóru yvir tjúgu mýrisnípur. Ravnar sóust bæði við býgdina og í hólmanum. Afturkomnir ótu vit blóðpannikakur og fóru so út aftur. Tá sóu vit tvey nýggj sløg, grágrælingar og ein grannljómara sum fleyg niðan í bøin. Annars sóu vit fjalltrøstir og óðinshanar. Hinir fuglarnir sum eru at síggja eru teir føstu, grágrælingur, mortítlingur, másafuglar og so framvegis. Síðsti dagurin byrjaði við at vit gingu oman til atløguplássi. Har var brim, so eingin bátur kundi koma henda dagin. Tíbetur høvdu vit biðið um at koma á bíðilista til tyrluna dagin fyri, tó vit vistu ikki um vit sluppu við. Vit fylgdu ánni ígjøgnum bygdina og gingu eftir vegnum niðan til portrið omanfyri. Og fylgdu ánni omanaftur. Eitt grovt æl kom á okkum, so vit settu okkum inn at fáa okkum kaffi. Tá fingu vit at vita, at skipanin við tyrluni er tann, at um eingin bátur siglur, so flýgur tyrlan um neyðugt eykatúr. So vit sluppu inn í øllum føri. Tyrlan skuldi koma nakað yvir kl. 12. Kl. 11:30 gjørdu vit so eina síðstu roynd. Enn ein gongutúrur ígjøgnum bygdina, men einki nýtt. Eins og hinar dagarnar sóu vit ein smyril. Hann gjørdi onkra roynd eftir starum, hann tók einki meðan vit sóu. Eins og eg havi lagt merkið til aðrastaðni, so flugu nógvir títlingar í luftini yvir honum. Samlaða talið av fuglasløgum var 25. Einki SU slag. Á veg til havnar sóu vit eina tannont á mjáuvøtnum. Myndir og ein góð video hjá Jóan Petur eru her. Myndir hjá Janus: Myndir hjá Hans Eli: Sløg sum vit sóu á túrinum vóru: 1 havhestur 2 súla 3 skarvur 4 grágás 5 dunna sp. 6 æða 7 smyril 8 grágrælingur 9 mýrisnípa 10 stelkur 11 fiskimási 12 svartbakur 13 ryta 14 bládúgva 15 mánadúgva 16 títlingur 17 grátítlingur 18 mortítlingur 19 kvørkveggja 20 fjalltrøstur 21 óðinshani 22 grannljómari 23 kráka 24 ravnur 25 stari | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
| Viðmerk... | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||






