| Bøtur fyri brot á Fuglaveiðulógina |
| Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning | ||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||
| Mánadagur, 14 September 2009 00:00 | ||||||||||
|
Í Fuglaveiðulógini er ásett, at øll sløg eru friðaði, við nøkrum undantøkum. Undantøkini eru Alt árið Kráku, ravn, kjógva, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg, tó ritu bert á sjónum
Lunda, lomviga og álku
Skarv
Undir sekt kemur eisini hann, sum annars brýtur nakra forboðsreglu eftir hesi lóg ella nakra samtykt ella reglu sum gjørd er eftir henni, og harafturat kemur byrsa og fongur undir konfiskatión. Eg havi kanna hvørjar bøtur hava verið lætnar í síðstuni fyri brot á Fuglaveiðilógina. 2007
Sostatt sæst, at bótin fyri hvønn fuglin er 500 - 1.000 kr. Sambært lógini eigur eisini hald at vera lagt á veiðureiðskapin, men í fleiri føri er talan um grágæs, sum ikki verða skotnar, men sum vera tiknar úr haganum og gøddar heima. Tað stendur at Mál um misbrot eftir hesi lóg, fara fram sum løgreglumál og fremjast, sjálvt um eingin hevur kravt tað.Men eg kenni bara dømir um at brot á lógina fáa avleiðingar tá onkur hevur meldað. Og tí er hetta eisini ein áheitan á teg um at boða frá tá kennir til okkurt brot á Fuglaveiðulógina. Royn av avmynda tað sum er viðkomandi, eitt nú deyðan fugl. Boða frá hjá nærmastu Løgreglustøð og bið um at fáa kvittan fyri fráboðanina (so tú fært saksnummar og kann spyrja eftir tí). Tú kanst eisini siga Fuglafrøðifelagnum frá og so royna vit at gera nakað við tað. Fuglaveiðulógin Dømi um brot á Fuglaveiðulógina |






