|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mánadagur, 24 Mai 2010 11:02 |
|
Ein slankugrælingur (Caladris bairdii) hevur verið at sæð í Fámjin nakrar dagar. Hetta er fyrstu ferð, at slankugrælingur er skrásettur í Føroyum. Tað var á útferð, sum Føroya Fuglafrøðifelag skipaði fyri, at komið var framm á henda forkunnuga fugl.
Slankugrælingur er eitt lítið grælingaslag, sum er eitt vet minni enn fjallmurra. Nøkur pør av fjallmurru eiga her á landi, men vanligt er at síggja ferðafuglar. Í Íslandi er slankugrælingur skrásettur fýra ferðir. Slankugrælingur eigur norðast í Nordðuramerika og hesin er sostatt komin væl av kós.
|
|
Les meira...
|
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Mánadagur, 24 Mai 2010 10:53 |
Frá fríggjadegi til sunnudag var Fuglafrøðifelagið ein í Suðri. Vit vóru fimm manns. Tíverri var veðrið ikki ordiliga til vildar av tí at tað ofta var nógvur mjørki. Tó byrjaði leygardagurin við ikki minni enn 6 svalum og eina áarsvalu í Sumba. Vit fóru síðani til Vági har ein sutlantarsteggi var at síggja á vatninum. Av tí at veðrið var heldur keðiligt koyrdu vit norðureftir. Í Trongisvági sóu vit helsigás, kolantarsteggja og svanin svanhild hjá Turið. Í Hvalba sóu vit grábøkutar entur, trøllentur, eina gjør, fleiri kjógvar, sum jagstraðu ritur og eisini vóru nakrar ennigular entur har. Á Nesi vóru fleiri stelkar, fjallmurrur og svarthálsur (og betri veður).
|
|
Les meira...
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 17 November 2009 00:00 |
[Dagført: 17-11-2009]
Eg (Janus), Jóan Petur, Willi og Hans Eli vóru í Mykinesi 16-18 Oktober. Sagt var frammanundan, at eitt endamál við túrinum var at síggja smáfuglar, sum vóru farnir av leið og vórðu endaðir har. Hóast mykinesmenn søgdu at nógvur smáfuglur hevði verið har fyrr í vikuni, so sóu vit einans ein ljómara. Men tíbetur var tað ikki einasta endamálið. Mykines er ein vøkur og spennandi oyggj og eitt vikuskifti har, er altíð eitt gott upplivilsi.
|
|
Les meira...
|
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 09 Mars 2010 10:37 |
Skriva hevur Sjúrður Hammer
Leygardagin 6 mars vóru vit 3 mans úti í Nólsoy fyri at endurtaka kanningina við útbreiðslupinnunum. Manningin var William Simonsen, Jónheðin Tróndheim og eg sjálvur. Jens-Kjeld tók ímóti okkum og vísti okkum niðan til har ið spor vóru sædd í seinastu viku, beint við ein høsnagarð í bygdini. Av teimum 3 búrfellunum sum eru har úti, standa nú 2 í bygdini, og ein norðanfyri bygdina har ið Marni á Skúr sá rottu seinasta summar. Nógvir rottukassar til eitur eru komnir út í bygdina, og helst skuldi hetta verið við til at hildi rottuna niðri, um teir verða viðlíkahildnir og kannaðir regluliga. |
|
Les meira...
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mánadagur, 16 November 2009 23:15 |
Hugnakvøldið ið lýst varð at vera 21. november; verður á staðin fríggjadagin 27. november kl. 19 í Mammulág 5. Hetta er tí at nógv av teimum, ið vanliga eru við, ikki kundu tann 21.
Eins og vanligt er hetta eitt samanskotsgildi. Hvør tekur okkurt við av mati. Drykkivørður verða at keypa fyri innkeypsprís.
Ringið 583941 (Andrea) og meldið til - og sigið eisini hvat tit ynskja at taka við av mati.
|
|
|
|
|
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 Næsta > Síðsta >>
|
|
síða 1 av 3 |