|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Hósdagur, 21 Apríl 2011 16:56 |
Farið verður frá parkeringsplássinum á Oyri kl 10:00, leygardagin 23 apríl. |
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mikudagur, 13 Apríl 2011 11:45 |
|
Formansfrágreiðingin løgd fram av William Simonsen 13. mars 2011.
2010 hjá Fuglafrøðifelagnum Á aðalfundininum í fjør komu fleiri uppskot um evnið í nevndin átti at arbeiða við t.d. fuglaveiðilógin, flatmaðkur, innflutningur av livandi verum og bládúgvustovnurin. Hetta var viðgjørt í nevndini, og hevur fuglaveiðulógin verið til viðgerðar. |
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mánadagur, 24 Mai 2010 05:02 |
|
Ein slankugrælingur (Caladris bairdii) hevur verið at sæð í Fámjin nakrar dagar. Hetta er fyrstu ferð, at slankugrælingur er skrásettur í Føroyum. Tað var á útferð, sum Føroya Fuglafrøðifelag skipaði fyri, at komið var framm á henda forkunnuga fugl.
Slankugrælingur er eitt lítið grælingaslag, sum er eitt vet minni enn fjallmurra. Nøkur pør av fjallmurru eiga her á landi, men vanligt er at síggja ferðafuglar. Í Íslandi er slankugrælingur skrásettur fýra ferðir. Slankugrælingur eigur norðast í Nordðuramerika og hesin er sostatt komin væl av kós.
|
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Hósdagur, 06 Januar 2011 06:08 |
Fjølmiðlarnir hava síðstu dagarnar skriva um flokkar av fuglum sum tykjast vera dotnir deyðir niður av himli. Í Svøríki lógu fleiri hundrað deyðir rókar (Corvus monedula) deyðir á einum vegastrekkið og í Arkansas, USA, lógu fleiri túsund Red-winged Blackbirds (Agelaius phoeniceus) um eitt størri økið. Nógvar gitingar hava verið um hvat mann vera hent, men sannleikin er helst ikki so løgin sum fleiri av hesum gitingum.
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Mánadagur, 24 Mai 2010 04:53 |
Frá fríggjadegi til sunnudag var Fuglafrøðifelagið ein í Suðri. Vit vóru fimm manns. Tíverri var veðrið ikki ordiliga til vildar av tí at tað ofta var nógvur mjørki. Tó byrjaði leygardagurin við ikki minni enn 6 svalum og eina áarsvalu í Sumba. Vit fóru síðani til Vági har ein sutlantarsteggi var at síggja á vatninum. Av tí at veðrið var heldur keðiligt koyrdu vit norðureftir. Í Trongisvági sóu vit helsigás, kolantarsteggja og svanin svanhild hjá Turið. Í Hvalba sóu vit grábøkutar entur, trøllentur, eina gjør, fleiri kjógvar, sum jagstraðu ritur og eisini vóru nakrar ennigular entur har. Á Nesi vóru fleiri stelkar, fjallmurrur og svarthálsur (og betri veður).
|
|
|
|
|
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 Næsta > Síðsta >>
|
|
síða 1 av 3 |