Fuglafrøðifelagið
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 15 August 2009 20:53

Nevndin

Formaður Janus Hansen
Næstformaður Jóan Petur Petersen
Skrivari Hildur Nielsen
  Svenn Justinusen
  William Simonsen
Eykalimir Leif Petersen
  Andrea Midjord

Limir

Felagið hevur yvir 200 limir. Til ymisku tiltøkini eru oftast um 10-30 limir.
Tú meldar teg til við at skriva til felagið ella ringja, og uppgeva navn og addressu. Eisini er er ynskiligt at tú gevur teldupost addressu og fartelefon nummar. Addressur og telefonnummar eru niðast á síðuni.
Sum limur fært tú fráboðanir við telduposti og sms, umframt lýsingar í fjølmiðlum. Umframt tað fært tú á hvørjum ári eitt eintak av Veingjasuð (frágreiðingin), umframt eitt eintak av fuglalistanum tá hann kemur út (3 útgávur eru gjørdar higartil). Limagjaldið er 150 kr. fyri einstaklingar og 200 kr. fyri húsarhald. Limagjald verður goldið í Apríl mánaða.

Konto nr.: 9181 123-392.2
Swift: EIKB FOTF
IBAN: FO76 9181 0001 2339 22

Endamálið við felagnum

Føroya Fuglafrøðifelag - landsfelag fyri fuglakannan og fuglavernd - hevur sum endamál at fremja kannan og vernd av landsins fuglalívið og at birta og halda uppi almannaáhuga fyri fuglasløgum og fuglaumhvørvi. Hetta endamál vil landsfelagið fremja m.a. við at stimbra fuglafrøðiligar kanningar, ávísa og almannakunngera fuglaverndartrupulleikar, hjálpa mynduleikum, felagsskapum og einstaklingum í fuglafrøðiligium spurningum, og at gera uppskot til føroysk fuglanøvn. Lógin hjá felagnum er her.

Viðmerk...
 
BirdLife International   
Teldupostur ffff@kallnet.fo
Telefon +298 225933 (Janus)
Postur Postboks 1230
  FO-110 Tórshavn