Náttúran
Føroya náttúra Prenta Email
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 16 Desember 2008 08:07
Ætlað yvirlit. Tað tekur nokk eina løtu áðrenn tað verður liðugt.
  • Náttúrulandafrøði
  • Lívfrøðiligt margfeldi
    • Plantur, soppar og skónir
    • Djór
  • Inntriv og ávirkan
    • beinleiðis ávirkan
    • dálking


Náttúrulandafrøði

Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá havinum.
Hægsta fjallið er Slættaratindur, sum er 882 m høgur. Í miðal eru fjøllini í Føroyum umleið 300 m høg.
18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1 395,74 km². Umveldismark: 12 fjórðingar.
Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag.
Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
Kelda: http://fo.wikipedia.org/wiki/Føroyar

Landslag og veðurlag

Niðurbrótingin av føroyska basaltháslættanum tók rættiliga dik á seg í ístíðunum, sum byrjaðu fyri 2,6 milliónum árum síðan. Í hvørjari ístíð savnaðust skriðjøklar og óku út á sjógv. Skriðjøklarnir høvdu stórt grót og nógv tilfar við sær út á sjógv. Harvið broyttust lægdir til djúpar dalar og firðir við brøttum líðum, meðan høvdir í upprunaliga landslagnum komu at standa næstan órørdar eftir, sum opin fjallalandsløg og slættir fjallatoppar. Føroyar liggja avbyrgdar úti í Norðuratlantshavi í flógvum havstreymum, og hetta hevur elvt til eyðkenda havveðurlagið við lítlum hitamuni millum summar og vetur, nógvum mjørka og nógvum regni. Veðurlagið fram við sjóvarmálanum í Føroyum er tempererað veðurlag við miðalhita í august upp á uml. 11°C. Veðurlagið fer frá at verða bólkað sum tempererað til at vera arktiskt, tá ið miðalhitin fyri heitasta mánað er minni enn 10°C. Fyri hvørjar 100 metrar upp frá sjóvarmálanum kólnar luftin 0,7°C, og tað merkir, at vit eru farin um markið frá tí tempereraða til tað arktiska veðurlagið longu einar 200 metrar yvir havi. Føroyska landslagið fevnir sostatt um sjálvt markið millum tempererað og arktiskt veðurlag, og uml. 80% av føroyska landøkinum hevur arktiskt veðurlag. Í tí arktiska beltinum í landslagnum eru jarðrivstilgongdirnar serliga virknar. Tá ið veður og vindur slítur klettin við salt, hita og kulda, so tærist kletturin, og rivurnar í klettinum víðkast. Hartil hevur plantugróðurin stutta vakstrartíð, og ovasta jørðildið er merkt av frostnálum, sum elva til viðkvæmi fyri vatni og vindi. Hetta sæst serliga væl á økjum við svarðloysi og í brattlendi.
Kelda: Leiðin til burðardygt seyðabit. 2006.

Lívfrøðiligt margfeldi

Fólk flest vita at djór og plantur verða bólkaði í sløg. Støðugtblómandi summardái Bellis perennis er eitt slag og smyril Falco columbarius  er eisini eitt slag. Men sløg verða eisini bólkaði í slekt, ætt, hóp, flokk, fylki og ríki.
Fleiri sløg verða bólkaði í eina slekt. Støðugtblómandi summardái Bellis perennis hoyrir til slektina Summardái Bellis, og saman við Bellis perennis eru eini 12 onnur Bellis sløg. Somuleiðis eru tað um 40 sløg av fuglum sum hoyra til slektina Falco, m.a. grýtissmyril Falco tinnunculus og vákasmyril Falco subbuteo. Men tað steðgar ikki við slekt. Slektirnar summardái, baldursbrá, tistil v.m. hoyra til Kurvablómuættina Asteraceae. Kurvablómuættin og  fleiri aðrar hoyra til hópin Asterales. Asterales og fleiri aðrir hópar eru í planturíkinum Plantae.
Tann mest einfalda bólkingin - sum øll eiga at duga - er henda: 
Ríki > Fylki > Flokkur > Hópur > Ætt > Slekt > Slag
Á enskum er tað:
Kingdom > Phylum > Class > Order > Family > Genus > Species

Lat meg líka tríva í aftur smyrilin:
 

  Føroyskt          
Latínskt
Ríki Djóraríkið Animalia
Fylki Ryggdjór Chordata
Flokkur       Fuglar Aves
Hópur   Falconiformes
Ætt Falkar Falconidae
Slekt   Falco
Slag Smyril Falco columbarius

Á henda hátt eru øll kend sløg bólkaði.
 

Inntriv og ávirkan

...