Fuglafrøðifelagið Útferð til Suðuroyar 4.-6. september
Útferð til Suðuroyar 4.-6. september
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Hósdagur, 03 September 2009 07:34
Fyri nøkrum vikum síðan ætlaðu vit okkum ein túr til Suðuroynna, men avlýstu vegna veður. Hetta vikuskifti gera vit enn eina roynd.
 
Vit fara til Suðuroyar fyri at síggja sum mest av tí fuglalívið sum har er. Vit ætla ikki at ganga langar túrar í haganum, men at vitja tey støð har vit rokna við at síggja fugl og brúka tíð at læra teir at kenna. Tá ganga vit spakuliga (helst við kikara í hond) og hyggja í garðar, gil og fjøru og annars allastaðni har fuglur kann síggjast. Vit koma helst at brúka mest tíð syðst á oynni, men fara eisini at vitja vøtn og strendir aðrastaðni á oynni.
Tað eru sera góðir møguleikar fyri at síggja nógv spennandi har suðri hetta vikuskifti. Tí tá heysti er byrja ferðast fuglur suðureftir og nógv av ferðafuglinum, sum flýgir yvir føroyar savnast syðst í Suðri.
 
Vit fara suður við seinnu rutu fríggjadagin 4. september, og koma norð aftur við seinnu rutu sunnudagin.
Kostnaður er 350 kr. Ring ella send sms til Hildur á 219632, í seinasta lagið hósdagin.
 
BirdLife International   
Telduposturffff@kallnet.fo
Telefon+298 282058 (William)
PosturPostboks 1230
 FO-110 Tórshavn