Fuglafrøðifelagið Slankugrælingur, nýtt slag fyri Føroyar
Slankugrælingur, nýtt slag fyri Føroyar
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 24 Mai 2010 05:02
Bairds3.jpg
Ein slankugrælingur (Caladris bairdii) hevur verið at sæð í Fámjin nakrar dagar. Hetta er fyrstu ferð, at slankugrælingur er skrásettur í Føroyum. Tað var á útferð, sum Føroya Fuglafrøðifelag skipaði fyri, at komið var framm á henda forkunnuga fugl. 

Slankugrælingur er eitt lítið grælingaslag, sum er eitt vet minni enn fjallmurra. Nøkur pør av fjallmurru eiga her á landi, men vanligt er at síggja ferðafuglar. Í Íslandi er slankugrælingur skrásettur fýra ferðir. Slankugrælingur eigur norðast í Nordðuramerika og hesin er sostatt komin væl av kós.

Meira kann lesast um túrin, har fuglurin bleiv funnin:
http://www.faroenature.net/fuglafrodifelagid/kunning/ferdafrasogn-suduroy-mai-2010.html

Til ber at lesa um slankugræling, á enskum, her:
http://en.wikipedia.org/wiki/Baird's_Sandpiper

 
BirdLife International   
Telduposturffff@kallnet.fo
Telefon+298 282058 (William)
PosturPostboks 1230
 FO-110 Tórshavn