Fuglafrøðifelagið Formansfrágreiðing fyri 2010
Formansfrágreiðing fyri 2010
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 13 Apríl 2011 11:45
Formansfrágreiðingin løgd fram av William Simonsen 13. mars 2011.

2010 hjá Fuglafrøðifelagnum
Á aðalfundininum í fjør komu fleiri uppskot um evnið í nevndin átti at arbeiða við t.d. fuglaveiðilógin, flatmaðkur, innflutningur av livandi verum og bládúgvustovnurin. Hetta var viðgjørt í nevndini, og hevur fuglaveiðulógin verið til viðgerðar. 
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við mær sum formanni og kunngjørdu nakrar túrar.
 
Talið á limum liggur nú um 150.
 
Tiltøk
  • Í mars var aðalfundur.
  • Í mai var ein útferð á Sandoynni.
  • Í mai var ein vikuskiftistúrur til Suðuroy.
  • Í juni var Fuglafrøðifelagið og taldi fugl í Skúvoy, hettar var skipa fyri saman Fuglakanningarstøðini.
  • Í august var vikuskiftistúrur til Sjeyndir.
  • Í oktober var ein vikuskiftistúrur til Suðuroyar.

Samskifti
Tórshavnar kommuna 
Á seinasta aðalfundi varð kunna um at var rotta sædd í Nólsoy. Sjúrður Hammer greiddi frá royndini at staðfesta rottu og hvussu víða rottan møguliga var. Ì hesum sambandi luttók Fuglafrøðifelagið á borgarafundi 14 apríl úti í Nólsoy har greitt var frá arbeiðinum við at staðfesta útbreiðslu av rottu. Nevnast skal at ongar rottur vórðu staðfestar við nýttu mannagongd. Í sambandi við møguligar rottur í Nólsoy er eydnast at fáa serfrøðing innan øki - James Russel - at koma hendan vegin í juni.
 
Innlendismálaráðið
Annika Olsen innlendismálaráðharri bjóðaði til fyrireikandi fund 12 og 13 okt. um skipan av Ramasarøkjum í Føroyum. Á fundinum luttóku umboð fyri Umhvørvisstovnuna, Náttúrugripasavnið, Fuglafrøðifelagið, Fuglakanningarstøðina, Fiskimálaráðið, Uttanríkisráðið, Innlendismálaráðið og Fugloyar- og Tórshavnar kommunur. Umboð fyri Ramsar úr Grønlandi, Íslandi, Danmark og Ramsar skrivstovuna í Sveis vóru boðin við. Framløgur vóru um Ramsar arbeiði í grannalondunum. Skrivstovan kunnaðu um Ramsar í heila tikið og greiddi frá mannagongdini og krøvum fyri at fáa øki góðkend sum Ramsar øki. Á fundinum vóru uppskot um hvørji øki í Føroyum vit í fyrstu syftu skulu arbeiða við at fáa góðkend sum Ramsar økið. Mest áhugaverd og viðkomandi uppskot vórðu Nólsoy, Skúvoy, Mykines, Svínoy og øki við Sandsvatn og Gróthúsvatn. Tað er neyðugt at fylgja við gongdini í einum Ramsar øki og kanska eisini staðfesta verandi vitan. Til hettar krevst fígging og tí søkti Náttúrugripasavnið um stuðul frá Dancea, men fekk noktandi svar. Innlendismálaráðið arbeiðir nú við at skaffa játtan til arbeiðið. Síðan fyrireikandi fundin hava tveir arbeiðsfundir verið. Tveir bólkar eru stovnaðir: ein vísindabólkur, ið hevur til uppgávu at útvega fagligar upplýsingar og ein fyrisitingarbólkur hvørs uppgáva er at útgreina løgligu karmarnar at skipa Ramsar økini, umframt samskifti við, eitt nú Ramsar skrivstovuna. Fuglafrøðifelagið hevur umboð í báðum bólkum. Janus Hansen fer at greiða meir frá Ramsar.
 
Birdlife International
Fuglafrøðifelagið hevur søkt pening av játtani til umhvørvisverndartiltøk. Søkt varð um stuðul til verkætlanina um Týdningarmikil Fuglaøkir og til eina ferð hvørs mál er at luttaka á fundi millum fuglafrøðifeløgini í Europa ”BirdLife European Partnership (EPM9 Meeting 2011)”.
 
Fútaskrivstovan
Fyri at eftirkanna um mannagongdin, ið varð nýtt tá Fuglafrøðifelagið klagaði Eiðis Kommunu til friðingarnevndina í Eysturoy og vegna virksemi á Hólmanum, vórðu umboð fyri Fuglafrøðifelagi á fundi við fútan. 
Vit nýttu rætta mannagongd at byrja við, tá skriva varð til friðingarnevndina í Eysturoy. 
Avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini eru endaligar, og um hesar verða brotnar sigur yvirfriðingarnevndin sjálv frá (eigur hon), og her verður um neyðugt melda til løgregluna. Altso um brot skulu meldast, tí avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini eru brotnar skal hettar fyrst gjøgnum yvirfriðingarnevndina, og síðani kann løgreglan koma inn í málið um neyðugt (t.d. um t.d. Eiðis kommuna ikki lurtar eftir yvirfriðingarnevndini). Tí skulu vit ikki ringja til løgregluna tá vit meta slíkar avgerðir verða brotnar, men til yvirfriðingarnevndina, sum síðan fer til løgregluna. 
Um Fuglafrøðifelagið meinar, at yvirfriðingarnevndin ikki uppfyllir sínar skyldur, so mugu vit venda okkum til løgtingsins umboðsmann hesum viðvíkjandi. Fútin kemur fyrst inn í málið tá friðingarnevndin hevur melda onkran. 
Løgtingsins umboðmaður metur tó ikki at yvifriðingarnevndin hoyrir undir vanligu almennu fyrisitinginina, og fær tí einki gjørt við tað.
 
Ymiskt
Annars samskifta við fólk yvirhøvur. T.d. vendu fólk sær til okkum tí virksemi fór fram á Hólmanum, ið møguliga skaddi friðaða partin av Hólmanum. Tí skrivaði felagi til yvirfriðingarnevndina hesum viðvíkjandi. Svar koma frá sakførara hjá Eiðis kommunu, ið segði at arbeiðið, ið fór fram ikki var til ampa fyri friðaðu helvtina og at arbeiðið skuldi tryggja børnini í barnagarðinum.
Umboð fyri felagið hevur verið í sjónvarpi og útvarpi.
 
Mál og Verkætlanir
Fuglaveiðilógin
Í fuglaveiðulógini eru tað eigara og veiðurætthavara, ið kunnu krevja friðing; eftir ávísa mannagongd kann sýslumaðurin á grannastevnu friða eitt øki. Nevndin hevur havt fund við Bergur Olsen, fuglafrøðing um veiðilógina. Hann er í einum bólki, ið er settur av landsstýrinum til at arbeiða við lógini, og hevur gjørt uppskot til broytingar fyrr. Ein stórur trupulleiki er, at  landsstýrismaðurin ikki gevur heimildir til at seta í gildi friðingar. Um friðing skal gerast við lóg, so kann tað taka 3 viðgerðir uttan úrslit. Her nýtist ein rammulóg, har landsstýrismaðurin innan givnar karmar kann seta í gildi friðingar. Stytting av tíðini har loyvt er at skjóta hevur hjálpt uppá Skarv. Hetta við at stytta tíðina har loyvt er at veiða er ein mannagongd. 
 
Veingjasuð
Eftir áralangt stríð kom bleiv blaðið prenta her í mars og sent til limirnar. 
Nú tá postur varð sendur út seinast valdu vit at sletta øll ið skyldaðu limagjald fyri 3 ár.
 
Fiskiørn
Tann 12 sept. varð formaðurin uppringdur av Eli Lassen Atlantic Supply Base Runavík, tí skipi Viking Lady var komi í havn við eini ørn umborð, hon hevði sett seg á skipið 2 dagar frammanundar úti á oljufeltinum eystanfyri. Ørnin var illa fyri og lat seg væl fanga. Fuglafrøðifelagið kundi staðfesta at talan var um eina fiskiørn. Manningin hevði roynt at fóðra við kaku og kjøti, men ørnin vildi ikki eta. Manningin var heldur ikki klár yvir hvat fyri ein ørn talan var um. Mett varð, at um ørnin varð fóðra og fitnaði eitt sindur, so fór hon at klára seg. Men hvør kundi hava eina fiskiørn ? Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt volier í garðinum, tí varð ringt til hann fyri at fáa hann taka sær av fiskiørnini og hann játtaði. Fiskiørnin varð fóðra við fiski og sum dagarnir gingu tók hon meira til sín. Aftaná eina tíð, varð mett at ørnin kundi sleppast frí aftur, Hans Eli Sivertsen og Jens-Kjeld Jensen ringmerktu hana áðrenn.  
 
Fuglateljing í Skúgvi
Fuglafrøðifelagi skipað saman við Bergur Olsen fyri teljing av heiðafugli úti í Skúgvi vikuskiftini 18.-20. og 25.- 27. juni. Fuglafrøðifelagið søkti í hesum sambandi eftir sjálvbodnum millumlimirnar í fuglafrøðifelagnum. Útreiðslur til ferðing, gisting og mat vóru endurrindaðar, tí innlendismálaráðið hevði stuðla tiltakinum. Bergur Olsen kemur at vísa úrslit frá teljingini.
 
Heimasíða
Felagið hevur onga sjálvstøðuga heimasíðu, men verður framvegis hýst av FaroeNature.net
 
Starvsfólk
Sjúrður Hammer er enn IBA Co-ordinator. Sjúrður Hammer og Iris Thomsen hava arbeitt við at  skráseta og dagføra okkara týdningarmiklu fuglaøkir. Hetta verður gjørt í samstarv við Fuglakanningarstøðina.
 
Eftirmeting
Samanumtikið so vóru ymiskar og óvantar uppgávur í árinum t.d. ørnin. Spennandi úrslit stóðust av vikuskiftistúrunum har tað eydnaðist at skráseta nyggj fuglasløg fyri Føroyar so sum slankugræling og vesturtítling. Árliga hugnakvøldi datt niðurfyri, so fá meldaðu til, at tiltakið varð avlýst. Tað er kanska skilabest at hava hettar tiltak um heysti í oktober. Tað týdningamiklasta, ið fuglafrøðifelagið hevur arbeitt við í 2010 man verða arbeiðið at fáa stovnset Ramsar-økir. Í hesum arbeiði – í vónandi verður til nakað  - eru stórir møguleikar at verja fuglin har tørvur er á tí.
Ein stór uppgáva hjá Føroya Fuglafrøðifelag at arbeiða við frammyvir er at vera enn meira sjónligt og fáa fleiri limir. Eitt hugskot er at gera átøk har ein greiðir frá arbeiðið hjá felagnum t.d. á torginum í SMS. Eisini ber til at fremja fuglateljingar á útvaldum økjum á vikuskiftistúrum. Síðan kann grein skrivast um túrin og úrsliti. Men hettar er nakað aðalfundirn og næsta nevndin mugu taka støðu til. 
 
Takk fyri.
 
 
 
 
BirdLife International   
Telduposturffff@kallnet.fo
Telefon+298 282058 (William)
PosturPostboks 1230
 FO-110 Tórshavn