| Flokkar av fuglum sum doyggja |
| Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning | ||
| Skrivað av Janus Hansen | ||
| Hósdagur, 06 Januar 2011 06:08 | ||
Í Svøríki eru tey komin eftir, at stutt áðrenn rókarnir doyðu sótu teir allir tætt pakkaðir á vegnum. Síðan hevur ein bilførari greitt frá at hann rendi á heilt nógvar rókar á hesum vegastrekki og tað er helst orsøkin til hví teir doyðu. Hví teir sótu har kunnu vit illa vita, men kavi var og møguliga hava teir søkt skjól ímóti vindi ella kanska teir hava etið salt av vegnum. Fuglarnir sum doyðu í Arkansas, vórðu sæddir flúgva lægri enn vanligt, í myrkri og teir rendu á elsteyrar og annað og tað er helst orsøkin til at teir doyðu. Tað tykist løgið, at fleiri túsund fuglar skulu kunna doyggja uppá henda mátan, men tað er nógv til av hesum fuglaslagið. Ímillum 100 og 200 milliónir fuglar og tað er ikki óvanligt at fleiri túsund sita í einum einstøkum træi. Hóast talan er um eina syndarliga hending, so er hon ikki so løgin. Hví hesir fuglarnir flugu sum teir gjørdur kunnu vit ikki vita við vissu, men nógv fýrverk bleiv skotið beint frammanundan og tað er væl hugsandi at hetta er orsøkin. Tílíkar hending har nógvur fuglur doyr knappliga koma fyri, men tær órógva ikki fuglafrøðingar sum so. Í flestu førum er talan ikki um eina hóttan ímóti stovinum og ofta er orsøkin kuldi ella umstøður sum ikki kunnu væntast at vera afturvendandi. Tílíkar hendingar kunnu tó geva ábending um viðurskifti sum eru skeiv, t.d. brúk av eitri ella órógv ov nær við nógvan fugl, og tí er tað av týdningi at finna fram til orsøkirnar í hvørjum einstøkum føri. |
Flokkar av fuglum sum doyggja





