|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 23 Apríl 2013 13:46 |
Landsbókasavnið Tórshavn 10 mars 2013
2012 hjá Fuglafrøðifelagnum
Á aðalfundininum í fjør kom fram ynski um, at felagið arbeiðir við hvørja støðu felagi hevur til, at fólk grípa inn fyri at hjálpa fugli at yvirliva. T.d. hevur onkur funnið illa tilkomnan svan og tikið svanin heim at fóðra, tá so svanurin kom fyri seg fleyg hann burtur. Men 3 vikur seinni varð svanurin funnin aftur og hesaferð eisini illa fyrikomin. Tí bleiv svanurin aftur tikin heim og fóðraður; men hesaferð skerdur so svanurin ikki fleyg burtur fyrr enn summarið kom, og møguleikin at klára seg var størri. Hettar evnið hevur nevndin arbeitt við, og fara nevndarlimir at greiða stutt frá hesum arbeiði. Ynski er eisini komi frá limi í felagnum um, at felagið arbeiðir við okkara støðu til rovfugl og teirra leiklut í náttúruni. Orsøkin til hettar er at heldur nógvir føroyingar hava hug til at skjóta svartbak og skúgv fyri at bøta um støðuna hjá øðrum fuglum; heldur ikki er nøkur avmarking í lógini, ið sigur nær loyvt er at skjóta tílíkar fuglar. Stutt framløga um hettar verður eisini.
|
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Hósdagur, 26 Apríl 2012 12:17 |
Landsbókasavnið Tórshavn 11 mars 2011
2011 hjá Fuglafrøðifelagnum
Á aðalfundininum í fjør kom uppskot um at keypa deyðar høsnarungar úr DK til fóður. Hettar til fólk í passa fuglar, ið eru komnir illa fyri. Teir vera so fóðraðir til teir koma fyri seg aftur, og sleptir út aftur í náttúruna. Nevndin hevur funnið útav at høsnagarður er á veg í Morskranesi. Tað verður gjørligt at fáa høsnarungar herfrá.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við mær sum formanni og kunngjørdi nakrar túrar.
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mikudagur, 13 Apríl 2011 11:45 |
|
Formansfrágreiðingin løgd fram av William Simonsen 13. mars 2011.
2010 hjá Fuglafrøðifelagnum Á aðalfundininum í fjør komu fleiri uppskot um evnið í nevndin átti at arbeiða við t.d. fuglaveiðilógin, flatmaðkur, innflutningur av livandi verum og bládúgvustovnurin. Hetta var viðgjørt í nevndini, og hevur fuglaveiðulógin verið til viðgerðar. |
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Hósdagur, 21 Apríl 2011 16:56 |
Farið verður frá parkeringsplássinum á Oyri kl 10:00, leygardagin 23 apríl. |
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Hósdagur, 06 Januar 2011 06:08 |
Fjølmiðlarnir hava síðstu dagarnar skriva um flokkar av fuglum sum tykjast vera dotnir deyðir niður av himli. Í Svøríki lógu fleiri hundrað deyðir rókar (Corvus monedula) deyðir á einum vegastrekkið og í Arkansas, USA, lógu fleiri túsund Red-winged Blackbirds (Agelaius phoeniceus) um eitt størri økið. Nógvar gitingar hava verið um hvat mann vera hent, men sannleikin er helst ikki so løgin sum fleiri av hesum gitingum.
|
|
|
|
|
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 Næsta > Síðsta >>
|
|
síða 1 av 4 |