|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Hósdagur, 18 Desember 2008 12:44 |
|
Firvaldar eru skordýr. Firvaldar hava fýra stórar veingir, antennur og ein langan sevil, sum oftast er samanrullaður undir høvdið. Veingirnir eru lagdir við flusi - ikki hári sum hjá fleiri øðrum skordýrum. Tað er í hesum lagið at mynstrini í veingjunum vera teknaði.
Í Føroyum
Yvir 100 sløg av firvaldum eru skrásett í Føroyum. Hvørt ár verða fleiri nýggj sløg funnin. Nýggju sløgini, sum verða funnin, eru tílík sum koma til landið í hesum døgum umframt tey sum hoyra heima her.
Kelda til listan niðanfyri er Nøvn til firvaldar (Lepidoptera) í Føroyum hjá Annleyg Patursson og Jens-Kjeld Jensen frá 2002, umframt FaroeNature.
Hulduættin (Hepialidae)
Fjaðramølaættin (Tineidae)
Vænmølaættin (Gracillariidea)
Kálmølaættin (Plutellidea)
Flatmølaættin (Depressariidae)
Slokumølaættin (Elachistidae)
Húsvættaættin (Oecophoridae)
Bjølgmølaættin (Coleophoridea)
Glermølaættin (Gelechiidae)
Vevjarar (Tortricidae)
Bløkumølaættin (Pterophoridae)
Grasmølaættin (Pyralidae)
Kvøldsveimaraættin (Sphingidae)
Fiðrildaættin (Pieridae)
Álvaættin (Nymphalidae)
Spannarar (Geometridae)
Heygsmenn (Noctuidae)
Miklingaættin (Arctiidae)
{linkr:none}
|