Torgið Bloggar Sjúrður Hammer Fer grindadrápið í Klaksvík 19.juli at endurtaka seg?
Fer grindadrápið í Klaksvík 19.juli at endurtaka seg?
Blog - Sjúrður Hammer
Skrivað av Sjúrður Hammer   
Leygardagur, 18 Desember 2010 06:52
Uttan mun til um ein vaksandi partur av føroyingum framyvir fara at fylgja heilsutilmælunum frá okkara mynduleikum viðvíkjandi at eta grind, so verður enn nógv dripið av grind, og tað kemur tað helst at verða framyvir. Árið í ár var óvanliga gott grindaár við yvir 1.100 hvalum dripnum. Tað kunnu vit gleðast um, men tað er ikki alt sum fór framm hesa tíðina sum er at gleðast um. Serliga var tað grindadrápið í Klaksvík tann 19.juli sum fekk sera nógva negativa umtalu, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Savnsmynd: Jóan Petur Petersen

Savnsmynd: Jóan Petur Petersen

Møguliga vóru onkrar skeivar avgerðir tiknar, og eg skal ikki gera meg klókari enn eg eri og siga at tað er lætt at drepa grind, og at tað ikki kann ganga galið onkuntíð. Tað eru jú stór og vill djór. Men tað sum verður saknað, er at serliga dráp sum ikki ganga væl verða endurskoða, fyri at royna at sleppa undan at endurtaka tey mistøk. Hetta er helst ein leiklutur sum grindamannafelagið roynir at átaka sær, men Klaksvíkar kommuna er í hesum førum, eftir mínari meting, ikki frítikin fyri allari ábyrgd. Ein partur av grindadrápið er sjálvsagt teirr fysisku karmarnir sum som hvalvágin, men meir týdningarmikið er samskipanin av drápinum, og yvirhøvir mentanin í drápinum. Tað frættist frá drápinum, og eisini at meta frá sjónvarpsupptøkunum, at nógv fór framm á skeivan hátt í drápinum í Klaksvík 19. juli. Hetta vísti millum annað djóralæknin Jústines Olsen eisini á í samrøðu í sjónvarpinum. Hetta kundi borið bráð av einari ávísari siðjaspillu, sum eigur at verða tikið í álvara. Tað er at gleðast um at Ólavur Sjúrðarberg formaður í grindamannafelagnum eisini ynskir at grindadráp gerst betur fyri at minka um tíðina og óneyðugu djórapínsluna. Verri var tó at síggja lokalu mynduleikunum í Klaksvík endurskoða støðuna konstruktivt. Tað átti at verið ein partur av grindadrápsmentanini at man lærdi frá hvørjum øðrum, og at tað undirliggjandi málið altíð varð at stytta drápið so nógv sum gjørligt.

Sum tað skilst á miðlunum, so kunnu vit vænta okkum vitjan frá umhvørvisaktivistum komandi summar. Tað er ikki sannlíkt at tey fólkini sjálvi eru fólk man kann snakka við, men tað er ið hvussu er greitt at altjóða eygu verða vend ímóti Føroyum, og í størri mun ímóti grindadrápið. Tað er óvist hvørjar fíggjarligar avleiðingar kunnu standast av slíkari herðferð, men vónandi tekur føroyskt vinnulív ikki ov stóran skaða í hesu truplu tíðum. Grindadráp eigur tí at verða gjørt á rættan hátt, og tað er alneyðugt at áhaldandi betringar verða gjørdar fyri at stytta um drápstíðina. Hetta er meir enn lítil skomm hjá Klaksvíkini, men er nakað sum skjótt kann raka allar Føroyar og okkara búðskap.

Tað er ongin sum sigur at tað næsta vánaliga drápið ikki møguliga verður í Havn, men tað mest týdningarmikla er at arbeiði verður samskipa, og tað verður samskipa við tí fyri eyga at drápið skal gerast so skjótt sum gjørligt. Tí er tað ikki sørt ørkymlandi tá ið leiðarin í Norðlýsinum 10.november  skrivar um hvussu 12 raskir norðoyingar tóku lívið av 90 hvalum í Viðvík, samstundis sum man hevur lyndi til at flenna at støðuni í Havn har 500 mans vóru til 30 hval (sí grein her). Eg haldi hetta er keðiligt, tí tá ið Føroyar hevur skula vart grindadráp sum sið, so hevur tað verið nevniliga út frá tí argumenti at tað er ikki dráp fyri stuttleika og mannsligheit at hetta verður gjørt, men ein neyðug føðslukelda, sum hevur hildi lív í føroyingum í langa tíð. Vónandi er hetta bert eitt úttrykk fyri einari forskrúvaðari mansligheit í hugaheiminum hjá leiðaranum á Norðlýsi, heldur enn útbreiddur hugburður í Føroyum. Um tað so skal verða kapping ímillum grindasýslurnar, lat tað so verða um hvussu skjótt vit klára at fáa lívið av einari heilari grind, heldur enn hvussu nógvar hvalir hvør grindamaður avlívar.

Nýggjár er vanliga tíð tá man lýtur aftur á tað farna og hyggur framm ímóti tí nýggja árinum. Í tí sambandi vil mín áheitan verða at ábyrgdarhavandi í Klaksvík góðtaka tey mistøk sum vóru gjørd í ár, og vónandi gera nakað fyri at hetta ikki hendir aftur. Skil má koma á hvørji fólk luttaka á sandinum, og tað eigur at verða syrgt fyri at blástraronglar og mønustingarar eru klárir tá landgongd verður gjørd. Handan ”mannsliga” tilvildin sum leiðarin á Norðlýsinum, er ikki ein ynskilig loysn um vit sum tjóð skulu kunna standa inn fyri slíkari veiðu, og samstundis kallað okkum eitt framkomi og sivilisera samfelag.

Í stuttum vil eg vita, um tiltøk hava verið sett í verk soleiðis at mistøkini sum vóru gjørd, ikki verða endurtikin? Verður Klaksvíkin endurmett sum hvalvág? Verður tað framyvir syrgt fyri at røtt amboð verða brúkt? Og verður tað framyvir samskipa við ábyrgdarfólki á landi sum bæði kunnu verða í drápinum og við at upplæra nýggj fólk?

Eg seti slett ikki spurnartekin við um norðoyingar eru raskir, men eg haldi at um grindadráp skal halda framm í Føroyum, so skulu vit altíð royna at betra um drápsháttin, soleiðis at tað kann gerast so skjótt og væl sum gjørligt. Og samstundis haldi eg tað er neyðugt at fólk tora at siga sína hugsan hesum viðvíkjandi, tí hetta er ikki nakað sum bert rakar teir sum taka lut í drápinum.