| Tistilfirvaldar hjá Kára |
|
|
| Blog - Janus Hansen | ||||||||||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||||||||||
| Týsdagur, 01 September 2009 18:29 | ||||||||||||||||||
|
Úrslitið sæst á myndunum niðanfyri. Eg kenni sjálvur sera lítið til at klekja ormverur og havi ongantíð roynt tað. Allarhest eru ymsar mannangongdir, men eg kom við onkrum sera leysum ráðum. Hetta er tað sum Kári gjørdi. Hann tók nakrar ormverur við bløðum av tí runninum sum tær gingu á, og koyrdi tað í eitt ílat við sandi á botninum. Tær gingu og ótu har inntil tær umskapaðust til reivverur. Tær hongdu seg undir lokið á ílatum. Hann setti ílati í 2 vikur í kølirúm og tók tað síðan útaftur. Eftir at hava verið í køkshita í 8 dagar komu hesir firvaldarnir út og tá kundu vit staðfesta at talan var um tistilfirvaldar. Filmpetti ½MB |







