|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Fríggjadagur, 14 August 2009 03:40 |
|
Síðan 2007 hevur Fuglafrøðifelagið verið partur av einum máli um eitt øki á Eiði, sum vit meta hava stóran týdning fyri fuglalív og náttúru har á staðnum.
Gongdin í málinum
- Í mai 2006 varð spurningur settur á FaroeNature.net, um hvat hendi norði á Eiði, tí eitt stórt hol var grivið í Hólmin. Vit fingu at vita at loyvi var givið av Yvirfriðingarnevndini. Tí hetta einans var í samband við eitt lítið pumpuhús, sum skuldi hampast væl aftur og nærum onga ávirkan kom at hava á Hólmin. Í februar 2007 verður viðmerkt at hatta øki verður ikki tað sama aftur. Tað vísti seg, at hetta var ikki pumpuhúsið sum Eiðis Kommuna hevði søkt um loyvið at gera, men ein nýggjur barnagarður sum kommunan ikki hevði søkt loyvið til.
- Fuglafrøðifelagið harmast um hetta, men valdi einki at gera, tí nú var planera og tá vendist illa aftur.
- Í juli 2007 koma ætlanir fram hjá Eiðis Kommunu um at byggja eitt fótbóltsstadion á Hólmanum.
- Í juli 2007 velur Fuglafrøðifelagið at gera nakað við málið. Eitt skriv verður sent til friðingarnevndina í Eysturoynni við áheitan um at taka bæði planeraða økið og ætlaða stadionøkið upp til viðgerð.
- 27. august 2007 var byrja at grava omanav. Fuglafrøðifelagið boðar frá hjá løgregluni. Men av onkrari orsøk metur løgreglan at Eiðis Kommuna hevur loyvi til hetta og arbeiðið heldur fram til Sýslumaðurin, sum er formaður í friðingarnevnini, kemur aftur úr feriu.
- 9. oktober 2007 sendir Fuglafrøðifelagið lesarabræv til fjølmiðlarnar. Fleiri lesarabrøv hava verið í bløðunum og vit velja alment at staðfesta hvørja støðu Fuglafrøðifelagið hevur.
- 25. november 2007 hevur Eiðis kommuna søkt um loyvi til at byggja Stadion á Hólmin og Fuglafrøðifelagið sendur sínar viðmerkingar. Í svarskrivinum gera vit greitt, at tann eini parturin av fyrra skrivinum - planeraða økið til barnagarðin - als ikki hevur fingið nakra viðgerð og heita enn einaferð á Friðingarnevndina um at viðgerða tað. Vit heita á Friðingarnevndina um at gjøgnumganga allar paragraffir í lógini tí vit meta, at paragraf 25 tykist verða lopin um. Til endans heita vit á Friðingarnevndina um ikki at ganga umsøknini á møti.
- Í januar 2008 gevur Friðingarnevndin í Eysturoy Eiðis kommunu loyvi til at byggja Stadion. Hetta skal síðan staðfestast av Yvirfriðingarnevndini.
- 3. september 2008 verður arbeiðið byrja aftur og sýslumaðurin steðgar tí.
- Í juli 2009 staðfestir Yvirfriðingarnevndin loyvi hjá Friðingarnevndini í Eysturoy, tó við fleiri treytum. Mest týdningarmikið er treytin sum sigur, "at der skal foreligge en fuldstændig finansiering av hele stadionprojektet, inden nogen del deraf iværksættes".
- 10. august 2009 varð byrjað at gera klárt til framhaldandi arbeiði.
- 11. august sendi Fuglafrøðifelagið skriv til skrivaran hjá Yvirfriðingarnevndini og løgregluna í Eysturoy har víst varð á at helst fór kommunan í gongd við arbeiði í Hólminum.
- 13. august var farið í gongd við arbeiði í Hólminum. Fuglafrøðifelagið gjørdi vart við tað hjá løgregluni í Eysturoy.
- 14. august helt arbeiðið fram og Fuglafrøðifelagið gjørdi vart við tað hjá løgregluni í Tórshavn.
- 15. august verður sagt í Kringvarpinum, at borgarstjórin metur, at Eiðis Kommuna kann byrja uppá arbeiði í næstum, tí skrivarin hjá Yvirfriðingarnevndini hevur sagt, at hetta við fíggingini ikki skal takast so bókstaviliga.
|