Torgið Bloggar Janus Hansen Føroyar – Reinar og grønar
Føroyar – Reinar og grønar
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 15 Juli 2009 04:51
IMG_7030.JPG
Tilvildarlig landslagmynd.
Landstýrið hevur ymisk jørn í eldinum fyri tíðina. Tað skal branda føroyar, tað skal á ráðstevnu um útlát og ikki minst uppgávan, sum altíð skal loysast, men altíð liggur á láni: aðrar vinnur enn fiskivinnan mugu finnast.
Tað sigst, at fólk í útheiminum ikki kenna til Føroyar, møguliga tey hava hoyrt um okkum, men tað er so tað. Har er eingin hugmynd og tí er neyðugt er at branda okkum. Hetta er fyri at fólk beinanvegin hava ein positiva hugmynd av Føroyum, tá tey hoyra um okkum, ella enn og týdningarmiklari, tá tey hoyra um eina vøru tey kunnnu keypa.

Vit hoyra dag og dagliga um veðurlagsbroytingar og dálking, og um hvussu vit mugu vera við til at avmarka hesi. Tí annars verða treytir smoygdar niður yvir okkum. Og tað gerst dýrt og keðiligt.

Fiskivinnan er ikki væl fyri, og tað er við jøvum millumbilum at hon ikki er tað. Hon hevur verið illa stýrd, prísurin á tí seldu vøruni er lágur. Og oljan til skipini kostar nógv.

Vit mugu fáa aðrar vinnur, men enn hevur landið, ikki ment at fostra nakrað stórvegis.
 
Gransking er nærum eingin. Politikarar vita nóg illa hvat gransking er. Og nú hava vit fingið eina politiska nevnd sum skal stýra allari gransking. Úrslitið verður helst, at kósin verður broytt fjórða hvørt ár, og tá er næstan frægari við ongari gransking.
Útbúgving á høgum støðið, hevur ikki góðar sømdir, og hvørji evnir dentur verður lagdur á, tað er eisini rættiliga tilvildarligt.

Náttúran liggur í andarleypi. Fuglalívið hvørvur, korallir hvørva og fiskur hvørvur. Hval og kóp síggja vit nærum ikki longur.

Ein heldur døpur mynd, sum eg máli her, men hesi evnini eru nøkur av teimum týdningarmestu í okkara samfelag. Og vit síggja, at tað ikki er nøkur felags kós fyri tey. Hvør í sínum lag eru tey politiskar kastibløðkur.

Branding og stýring

_DSC_4154.jpg
Heimaritindur_og_G_tunestindur_G_tu.JPG
Grasn_lsoy.JPG
Tilvildarligar landslagmyndir.
Men ber tað til at draga eina felags línu í samband við øll hasi evnini?
Kunnu vit branda landið, menna og framtíðartryggja vinnulívið, verja okkara náttúru og tryggja okkum at vit ikki fáa smoygt harðar treytir um útlát og líknandi niður yvir okkum?
Svarið er heilt einfalt, ja!

Vit kunnu branda Føroyar við tí einfalda boðskapinum, at Føroyar eru grønar og reinar. Útfrá tí einfalda boðskapi kunnu vit skipa okkara samfelag og vinnu.
Um vit í dag, kundu selt fisk við hasum brandinum, so fingu vit hægri prís fyri hann. Um vit kundu víst á at landið var “grønt” – at útlátið av dálkandi evnum var sera lágt – so vóru vit eitt undangonguland, heldur enn eitt land sum nú er bangið fyri hvørjar treytir fara at koma.
Um gransking sum landið stuðlaði var innan orkusparing og umhvørvi, so høvdu vit havt fleiri feløg sum Decision3 og Injector Doors. Tvey feløg, sum nýta heimin sum leikvøll. Landstýrið hevur tosa um at menna KT. Her er nisjan: orkusparandi KT skipanir.
Um vit koma at framleiða olju, so kann sjálvt tann vinnan brandast “grøn og rein”. Tað einasta sum krevst er at mann gongur undan á økinum!

Sjálvt grindadráp, kundi fingið eitt positivt “spinn”, um vit kundu sagt at vit eru “grøn og rein” (og fyri ikki at oyðileggja eitt gott argument við veruleikanum um kyksilvur og annað, so kunnu vit fyristilla okkum, at hetta er í 80-árunum).
Boðskapurin hjá okkum hevði verið, at her er eitt fólkaslag, sum hevur allar nýmótans hentleikar. Men heldur enn at gera tað sum restin av dálkandi vesturheiminum ger, at flyta kjøt við dálkandi skipum, frá Suðuramerika, so takka hetta fólkaslagið fyri tað sum náttúran gevur – óansæð stríð og vanda, sum tað førur við sær.

Møguleikarnir eru óendaligir.

Framtíðartrygging

Tað eru sera fá ting, sum mann kann spáa um 5, 20, 50 ella 100 ár framm, serstakliga innan samfelag og vinnu. Tær einastu forsøgnir vit hoyra dagliga, sum ganga so langt framm, eru tær sum hava við dálking og veðurlagsbroytingar at gera. So leingi vit hava ein trupulleika av dálking, so er tað grøna og reina nakað vert. Tí er einasti framtiðaritryggjaði leisturin, at menna eitt grønt og reint vinnulív og samfelag.

Mín áheitan til Landstýrið, er tí, at taka hetta brandi til sín, og gjøgnumføra tað allastaðni har tað kann.
Branda okkum grøn og rein og brúkið tað til at seta kósina á øllum økjum í samfelagnum. Tað ber til!