|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Fríggjadagur, 02 Januar 2009 18:00 |
|
FaroeNature.net er nú endurnýggja.
Sum sæst er sniðið púrasta broytt og vónandi vakrari og lættari at hava við at gera. Ein onnur grundleggjandi broyting er, at tað nú finnast síður við kunnandi teksti um Føroya Nátúr, t.d. Fuglar, Skordýr og Plantur.
Heimasíðan er løgd til ein nýggjan veitara, har atgongd er til betur pláss og meira minni. Eingin avmarking er á hvussu nógv tilfar kann leggjast út.
Fyrr stóðust trupuleikar av ov stórum myndum. Hetta skuldi nú verið ein minni trupulleiki - vónandi er hann heilt horvin.
Eg havi keypt eitt nýtt snið, og eg havi samantengt orðaskifti og myndasavnið í eina størri skipan, sum eitur Joomla!.
Ætlanin er, at sjálv forsíðan skal broytast oftari. Brúkarir kunnu fáa egnan "blog", har teir kunnu skriva tað teir vilja. Tá tað so kann roknast við at hava ein almennan áhuga, so kann tað skrivið leggjast á forsíðuna. Vónandi er, at vit kunnu býta síðuna upp í ávís evni, sum ein persónur umsitir og kann skriva um. Myndasavnið verður í hvussu er ikki í einum sum higartil, men sundurbýtt í evni. Eisini verða áhugaverdir tíðindastubbar á øðrum síðum, lagdir á FaroeNature.net.
Í fyrstu atløgu noyðast fólk at læra seg at nýta hesa nýggju útgávuna.
Ein grundleggjandi broyting er, at nú er ikki gjørligt at lesa og skriva teldupost sum áður. Nú kanst tú fáa fráboðan við telduposti, tá okkurt er skrivað, men tú mást á heimasíðuna til at lesa.
|