Torgið Bloggar
Svínoy
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Týsdagur, 15 September 2009 14:58
L_vs_2.jpg
Leyvljómari
Í dag var eg aftur í Svínoy. Eg má viðganga at eg eri rættiliga bitin av oynni. Har er størsta slættlendið í Norðoyggjum, nógvir urtagarðar, bøur, fjørða og áir. Har er tískil mestsum økir til allan fugl.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Skordýr á Náttúrugripasavninum
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Fríggjadagur, 28 August 2009 12:56
20090828-LJH-skordyr-1.jpg
Trantklukka.
Við jøvnum millumbilum koma fólk á Náttúrugripasavnið við skordýrum og líknandi, fyri at vita hvat tað er, um um tað kann gera nakran skaða.
Her eru nøkur eg hugdi eftir í dag.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Útferð vestanfyri Hest
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 25 August 2009 15:27
 Eg var ein túr í dag vestanfyri Hestoynna. Eg, Lis Mortensen, Russel Fielding, Eyðun Berg, Mikkjal Thomassen og Ingi Olsen, við Birgir Enni. Vit fóru fyri at hyggja okkum um, og vita í hvønn mun útferðir kunnu gerast har á ein hátt sum órógvar fuglalívið minst møguligt. Vit fóru upp á land í Álvagjógv. Her eru myndir frá túrinum.

20090825-LJH-hestur-22.jpg
20090825-LJH-hestur-23.jpg
20090825-LJH-hestur-24.jpg
20090825-LJH-hestur-25.jpg
20090825-LJH-hestur-26.jpg
20090825-LJH-hestur-12.jpg
20090825-LJH-hestur-13.jpg
20090825-LJH-hestur-14.jpg
20090825-LJH-hestur-15.jpg
20090825-LJH-hestur-16.jpg
20090825-LJH-hestur-17.jpg
20090825-LJH-hestur-18.jpg
20090825-LJH-hestur-19.jpg
20090825-LJH-hestur-20.jpg
20090825-LJH-hestur-21.jpg
20090825-LJH-hestur-2.jpg
20090825-LJH-hestur-3.jpg
20090825-LJH-hestur-4.jpg
20090825-LJH-hestur-5.jpg
20090825-LJH-hestur-6.jpg
20090825-LJH-hestur-7.jpg
20090825-LJH-hestur-8.jpg
20090825-LJH-hestur-10.jpg
20090825-LJH-hestur-9.jpg
20090825-LJH-hestur-11.jpg
     

 
Viðmerkingar (0)


Túrur vestanfyri Mykines
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mánadagur, 17 August 2009 05:39
12. aug. vóru Rodmund á Kelduni og eg ein túr eini 10 fjóringar vestan úr Mykineshólm. Vit fóru fyri at hyggja eftir sjófugli. Til hetta endamál høvdu vit lýsi og fiskalivur við, fyri at lokka fuglarnar at koma.

Sunnanfyri Mykines vóru nógvir fuglar at síggja. M.a. sóu vit í alt yvir 500 skrápar, 8-10 gráskrápar, fleiri kjógvar, skúgvar og nakað av ritu, lunda og havest. Tá vit komu nakað vestanfyri hólman sóu vit drunnhvítar. Í alt sóu vit eini 5 sýldar drunnhvítar og eini 10-15 drunnhvítar.

Av tí at vit ikki høvdu annað enn kumpass og radio umborð, vildu vit ikki sigla meir enn eini 10 fjóringar úr landi. Tí komu vit ikki út á heilt djúpan sjógv, har kjansurin fyri at onnur sløg sum t.d. stórskrápur, ternumási o.a. kanska kunnu síggjast, um ein er heppin, eru størri.

Men sum heild ein sakin túrur.

Alm_skr_pe2.jpg
Alm_skr_pe3.jpg
Lille_storm1.jpg
Lille_storm2.jpg
Sodfarvet_skr_pe1.jpg
 


Silas
 
Viðmerkingar (0)


Friðaða økið: Hólmin á Eiði
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Fríggjadagur, 14 August 2009 03:40
dsc_0194_199.jpg
Ógvellur á Vatninum
Síðan 2007 hevur Fuglafrøðifelagið  verið partur av einum máli um eitt øki á Eiði, sum vit meta hava stóran týdning fyri fuglalív og náttúru har á staðnum.

Gongdin í málinum
  • Í mai 2006 varð spurningur settur á FaroeNature.net, um hvat hendi norði á Eiði, tí eitt stórt hol var grivið í Hólmin. Vit fingu at vita at loyvi var givið av Yvirfriðingarnevndini. Tí hetta einans var í samband við eitt lítið pumpuhús, sum skuldi hampast væl aftur og nærum onga ávirkan kom at hava á Hólmin. Í februar 2007 verður viðmerkt at hatta øki verður ikki tað sama aftur. Tað vísti seg, at hetta var ikki pumpuhúsið sum Eiðis Kommuna hevði søkt um loyvið at gera, men ein nýggjur barnagarður sum kommunan ikki hevði søkt loyvið til.
    • Fuglafrøðifelagið harmast um hetta, men valdi einki at gera, tí nú var planera og tá vendist illa aftur.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Blaðvespur
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Hósdagur, 13 August 2009 04:05
Nú var Umhvørvisstovan úti við tíðindum um blaðvespur og vísti til www.FaroeNature.net. Eitt sindur illa "timað", tí nýggja útgávan av síðuni er ikki heilt klár enn og gamla er niðurløgd. Men nevndu blaðvespur ið víst verður til síggjast her:

_kend_fluga_31_08_2008_R_K_004_745.jpg
dsc_1438_914.jpg
dsc_1444_866.jpg

 
dsc_1475_507.jpg
     
Fleiri myndir eru at finna her.
Meira kann lesast við at leita í Orðaskiftinum.
Hevur tú blaðvespur ella veitst okkurt at siga, skriva so eina viðmerking.
 
Viðmerkingar (0)


Grindadráp í Syðrugøtu
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 18 Juli 2009 07:15
Eitt grindadráp var í Syðrugøtu fyri nøkrum árum síðan. Hetta eru nakrar av myndunum harfrá. Men enn týdningarmiklari, so er hetta ein roynd at nýta highslide (myndirnar hoppa fram).

DSC_1687141.jpg
DSC_1676130.jpg
DSC_1711164.jpg
DSC_1655110.jpg
DSC_1628085.jpg
     
       



 
Viðmerkingar (0)


Endurnýggja náttúrusíða
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Fríggjadagur, 02 Januar 2009 18:00

FaroeNature.net er nú endurnýggja.

Sum sæst er sniðið púrasta broytt og vónandi vakrari og lættari at hava við at gera. Ein onnur grundleggjandi broyting er, at tað nú finnast síður við kunnandi teksti um Føroya Nátúr, t.d. Fuglar, Skordýr og Plantur.
Heimasíðan er løgd til ein nýggjan veitara, har atgongd er til betur pláss og meira minni. Eingin avmarking er á hvussu nógv tilfar kann leggjast út.
Fyrr stóðust trupuleikar av ov stórum myndum. Hetta skuldi nú verið ein minni trupulleiki - vónandi er hann heilt horvin.

 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Føroyar – Reinar og grønar
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 15 Juli 2009 04:51
Klovin.jpg
Tilvildarlig landslagmynd.
Landstýrið hevur ymisk jørn í eldinum fyri tíðina. Tað skal branda føroyar, tað skal á ráðstevnu um útlát og ikki minst uppgávan, sum altíð skal loysast, men altíð liggur á láni: aðrar vinnur enn fiskivinnan mugu finnast.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


<< Fyrsta < Fyrra 1 2 Næsta > Síðsta >>

síða 2 av 2