|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mánadagur, 27 Juni 2011 16:09 |
Eg sá ein svartbak leggja á eina likku herfyri. Eg kom koyrandi av flogvøllinum oman á vatnið. Bardagin stóð við í nakrar minuttir, men so gavst bakurin bara og fleyg avstað.
|
|
|
Blog -
Sjúrður Hammer
|
|
Skrivað av Sjúrður Hammer
|
|
Mánadagur, 20 Desember 2010 11:59 |
Dette er et kort brev som respons på artiklen: http://wspa.dk/latestnews/2010/grindehvaler-slagtes-som-aldrig-foer.aspx
Jeg vil lige med det samme kaste kortene på bordet og sige at jeg er færing, biolog og er ikke principielt imod grindedrab. Uden at skulle hoppe ud i diskussion, selv om jeg ikke ville have noget imod det, så vil jeg bare prøve at give en kort forklaring som muligvis kan udelade fremtidige misforståelser.
|
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Týsdagur, 20 Oktober 2009 13:51 |
Í vikuskiftinum vóru William, Janus, Hans Eli og eg ein vikuskiftistúr úti í Mykinesi. Tíverrið sóu vit ikki so nógvan fugl, bert eini 25 sløg tilsamans, og ongan SU fugl. Tað letur til at vit hava verið eina viku ov seinir. Kortini var túrurin sera góður. Her er eitt lítið filmsbrot frá túrinum.
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Fríggjadagur, 09 Oktober 2009 16:44 |
7. - 8. okt var eg ein túr í Sumba. Ein velblái - fyrsti fyri Føroyar - var fangaður í Nólsoy 6. okt . Hann skuldi fáa sendara og sleppast í Sumba.
Vit byrjaðu uml. kl 7.45 at ringmerkja í Sumba. Í tí Troels Eske Ortvad - ein af ringmerkjarunum - opnar eitt net, sær hann okkurt flúgva inn í ein runn og 10 sek seinni situr ein velblái í netinum. Hetta er sostatt nr. 2 fyri Føroyar og nr. 2 uppá 3 dagar. Hann bleiv merktur og sleptur aftur í Sumba. Velblái hevur blátt vel og er ótrúliga vakur fuglur - ein ordiligur dreymafuglur! Hann kemur úr Eysturevropa og Sibiria.
|
|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 01 Desember 2009 07:20 |
|
Landsstýrið hevur longi havt ábyrgd av fleiri altjóða sáttmálum, eitt nú av hesum trimum sáttmálum um náttúruvernd:
-
Sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, har vit m.a. hava bundið okkum til at tryggja, at afturgongdin í náttúruni er so lítil sum gjørligt í 2010.
-
RAMSAR-sáttmálanum, sum ásetur, at vit skulu verja vátlendi, sum hava týdning fyri fugl.
-
AEWA-sáttmálanum, har vit hava bundið okkum til at verja ferðafugl.
Í hesum døgum arbeiðir landsstýrið fyri at fáa Føroyar nevndar í enn einum altjóða sáttmála – hesin um útlát. Tískil er tað nú, at landsstýrið skal vísa, at altjóða sáttmálar verða tiknir í álvara her á landi. Ikki kann sigast, at undanfarin landsstýri hava gjørt stórvegis fyri at halda ásetingarnar í hesum altjóða sáttmálum. Tað einasta, ið hevur verið gjørt sambært sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi er at útgeva eina bók um náttúruna í Føroyum. Einki vátlendi er vart og heldur einki er gjørt fyri at verja ferðafugl.
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Týsdagur, 06 Oktober 2009 03:50 |
Leygardagin 3. okt kom ein minni ódn inn yvir Føroyar (serliga norðuroyggjar). Ættin var eystan so eg hugsaði, at okkurt gott kundi koma burturúr viðv. fuglum úr meginlandinum. Jan Ravnborg og eg fóru tí til Svínoyar at hyggja. Fyri veður sigldi súlan ikki á Fugloynna, so vit fingu ikki gjørt tann vanliga rundtúrin, har man kann fara av í Svínoy, meðan súlan fer til Fugloynna og koma aftur ein tíma seinni. Tíbetur hoyrdi Jógvan Edvard í Geili, bóndi og lærari í Svínoy, okkara neyð og bjóðaði okkum at gista hjá sær. Hesum tókum vit sjálvandi fegnir av.
|
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Fríggjadagur, 18 September 2009 05:44 |
|
Eg havi lagt eitt lítlan film út við upptøkum frá Kaldbaksbotni. |
|
Blog -
Sjúrður Hammer
|
|
Skrivað av Sjúrður Hammer
|
|
Leygardagur, 18 Desember 2010 06:52 |
Uttan mun til um ein vaksandi partur av føroyingum framyvir fara at fylgja heilsutilmælunum frá okkara mynduleikum viðvíkjandi at eta grind, so verður enn nógv dripið av grind, og tað kemur tað helst at verða framyvir. Árið í ár var óvanliga gott grindaár við yvir 1.100 hvalum dripnum. Tað kunnu vit gleðast um, men tað er ikki alt sum fór framm hesa tíðina sum er at gleðast um. Serliga var tað grindadrápið í Klaksvík tann 19.juli sum fekk sera nógva negativa umtalu, bæði í Føroyum og uttanlanda.

|
|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Sunnudagur, 18 Oktober 2009 12:53 |
|
Bergur Olsen kannar sjófugl. Millum annað hevur hann nógvar upptøkur av lundum. Eg leggi her ein lítlan filmstubba (11 MB), sum eg klipti saman fyri hann. |
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Fríggjadagur, 02 Oktober 2009 13:23 |
28. - 30. - september var eg ein túr í Suðuri fyri at læra eitt sindur um ringmerking. Nakrir manns úr Danmark gera kanningar um, hvussu fuglar ferðast. Teir hava koyrt sendarar á ymiskar ljómarar, so teir kunnu síggja, hvussu teir flyta úr Sumba. Eini 30 ljómarar eru fluttir úr Danmark, so man sær um teir finna rættu kósina úr Sumba. Hatta var sera áhugavert at uppliva. Tó vóru ikki nógvir fuglar at merkja. Vit fangaðu starar, spurvar, leyvljómara og músabróður. Av tí at lítið var at fanga fingu vit tíð at hyggja eitt sindur aðra staðni. Vit sóu m.a. eina fjørulógv á Akrabergi, 2 hvítstelkar á Norðbergsvatni í Hvalba, snjóspurv í Sumba, fleiri smyrlar og hegrar ymsa staðni og helsigásin var eisini at síggja í Trongisvági.
|
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Fríggjadagur, 04 September 2009 06:12 |
|
Í seinastuni havi eg gjørt nakað burtur úr at taka myndir í fjøruni. Eg brúki eitt lítið vatntæt Panasonic DMC FT1 myndatól. |
|
|
|
|
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 Næsta > Síðsta >>
|
|
síða 1 av 2 |