| Velblái o.a. |
|
|
|
| Blog - Birding Faroes | ||||||||||
| Skrivað av Silas | ||||||||||
| Fríggjadagur, 09 Oktober 2009 22:44 | ||||||||||
|
Vit byrjaðu uml. kl 7.45 at ringmerkja í Sumba. Í tí Troels Eske Ortvad - ein af ringmerkjarunum - opnar eitt net, sær hann okkurt flúgva inn í ein runn og 10 sek seinni situr ein velblái í netinum. Hetta er sostatt nr. 2 fyri Føroyar og nr. 2 uppá 3 dagar. Hann bleiv merktur og sleptur aftur í Sumba. Velblái hevur blátt vel og er ótrúliga vakur fuglur - ein ordiligur dreymafuglur! Hann kemur úr Eysturevropa og Sibiria. Umframt velbláa fangaðu vit 2 nilksljómarar, munk, títlingskong, stara, spurvar og eina fjallígðu og sóu eisini m.a. velreyða. Sumba er sostatt eitt fínt stað at ringmerkja, men ketturnar eru ein trupulleiki. M.a. sóu vit eina kettu fanga og eta ein nilksljómara, sum hevði fingið sendara. Summir havar kunnu mest sum ikki brúkast, tí kettir alla tíð liggja uppá lúr og taka fuglar, sum koma í netini. Fyrr um dagin 7. okt vóru Jan Ravnborg og eg í Svínoy. Har sá eg ein ljómara heilt stutt, sum eg fekk nøkur vánalig bíløt av. Serfrøðingar hildu fyrst, at hetta kundi vera ein mýriljómari, men eru seinni komnir í iva. Góðskan á myndunum er ikki í topp og helst ber ikki til at staðfesta slagið við vissu. Vinarliga Silas | ||||||||||
| Viðmerk... | ||||||||||








