|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Týsdagur, 15 September 2009 20:58 |
Í dag var eg aftur í Svínoy. Eg má viðganga at eg eri rættiliga bitin av oynni. Har er størsta slættlendið í Norðoyggjum, nógvir urtagarðar, bøur, fjørða og áir. Har er tískil mestsum økir til allan fugl.
Har er mest at síggja, tá hann hevur verið eystan. Nú hevði hann ligið sunnan, so eg væntaði ikki at síggja so nógvar smáfuglar, men enn einaferð lumpaði Svínoy meg. Beinanvegin eg kom inn í bygdina síggji eg ljómarar. Í alt síggji eg eini 10 grannljómarar, 4 leyvljómarar, 2 notuljómarar, 2 garðsljómarar og ein heykljómara. Eisini vóru m.a. fjallamurra, svarthálsur og sandgrælingur at síggja. So alt í alt nógvir fuglar, men eingin heilt óvanligur.
|