Suðuroy 28. - 30. sep. Prenta E-mail
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Fríggjadagur, 02 Oktober 2009 19:23
Fj_rul_gv.jpg
28. - 30. - september var eg ein túr í Suðuri fyri at læra eitt sindur um ringmerking. Nakrir manns úr Danmark gera kanningar um, hvussu fuglar ferðast. Teir hava koyrt sendarar á ymiskar ljómarar, so teir kunnu síggja, hvussu teir flyta úr Sumba. Eini 30 ljómarar eru fluttir úr Danmark, so man sær um teir finna rættu kósina úr Sumba. Hatta var sera áhugavert at uppliva. Tó vóru ikki nógvir fuglar at merkja. Vit fangaðu starar, spurvar, leyvljómara og músabróður. Av tí at lítið var at fanga fingu vit tíð at hyggja eitt sindur aðra staðni. Vit sóu m.a. eina fjørulógv á Akrabergi, 2 hvítstelkar á Norðbergsvatni í Hvalba, snjóspurv í Sumba, fleiri smyrlar og hegrar ymsa staðni og helsigásin var eisini at síggja í Trongisvági. 
Tíverri hevur ættin verið vestan leingi og sostatt koma fáir fuglar til landið úr Evropa. Í nátt og í morgin verður hann tó eystan og hetta kann fáa nakrar ljómarar og annað hendan vegin.

Í dag var eg á Viðareiði. Har sá eg ein reyðkoll, men annars var lítið at síggja. Tó tosaði eg m.a. við Benjamin Absalonsen. Hann hevði tikið mynd av einum ókendum fugli 1. sep. Hann vísti mær myndina, og tað var ein morbøkutur tyrningur - ein sera vakur steggi.

Vinarliga

Silas

Fj_rul_gv.jpg
Hv_tstelkur.jpg
Steinst_lpa.jpg
Smyril.jpg
Fj_rul_gv2.jpg
     





 
information-pictorial