Norðljómari Prenta E-mail
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mikudagur, 26 August 2009 21:50
25. aug. var eg ein túr í Svínoy. Tað var fínt veður og nógv var at síggja. Í fjørðuni vóru 2 íslandsgrælingir, 9 fjallamurrir, 3 sandgrælingar, 2 svarthálsur, 2 stelkar og fleiri tjaldursgrælingar. Men mest áhugavert var kanska, at nógvir ljómarar vóru at síggja. Eini 25 leyvljómarar, 1 grannljómari og fleiri, sum vóru sera styggir og ringir at greina. Men tað eydnaðist at enda at fáa mynd av einum av teimum sum argaðu, og tað vísti seg at vera ein Norðljómari. Hetta er fjórða skráseting á Føroyum.
Eisini sáðst smyril, ein hvít kráka, tangspógvi og ein stórur speedbátur, sum fór í fullari ferð eftir nátum í sundinum millum Viðoynna og Svínoynna. Bæði fólk úr Svínoy og Hvannasundi hildu hetta vera keðiligt. Teir kunnu taka upp í 6000 nátar uppá ein dag var sagt. Onkur nevndi eisini, at í Noreg og Íslandi er ikki loyvt at veiða fugl við bátum, sum ganga meir 7-8 míl. So hava nátarnir hóast alt ein kjans.



Nordljomari.jpg
Nordljomari__1_.jpg
Phyl_3.jpg
29120_UU_16548_Nords_3.jpg

 
information-pictorial