| Drunnmorreyður ljómari |
|
|
| Blog - Birding Faroes | ||||||
| Skrivað av Silas | ||||||
| Týsdagur, 06 Oktober 2009 09:50 | ||||||
|
Vit fóru so at hyggja í Svínoy. Har vóru 2 munkar, heykljómari, fleiri grannljómarar, ein garðsljómara, ein løgin notuljómari (sí mynd), ein hvít kráka, smyril og 4 hegrar. Eg segði so við Jan, at vit skuldu fara út í Bø. Har er nógv royggj, og eg helt fyri, at um ein locustella-ljómari var í Svínoy, so var tað har. Meðan vit ganga runt um royggj-økið síggi eg ein locustella hoppa inn í royggið. Jan helt sum verða man, at eg var vorðin ørður, men stutta tíð seinni sær hann eisini fuglin. Ljómarin goymdi seg sum ein mús í grasinum og rann meir enn hann fleyg. Hann hevði eisini eitt lát, ið minnir um músabróður, sum hann bert er eitt vet størri enn. Tíbetur fleyg hann einaferð út í eina veltu, og vit fingið myndir og sæð tey bestu eyðkenni so sum ljósar endar á tertialunum, ljósa eygnarýpu, myrkamorreyðan drunn og myrkt vel. Men vit høvdu onga bøkur við, so Janus Hansen var so fittur at maila nakrar síður, sum vit um kvøldið sóu hjá Regin Justinussen, sum fegin lænti okkum teldu. Vit kundu ikki flyta myndir inn á telduna, men fingu tikið eina mynd við fartil og sent til fólk, sum kundu vátta at talan er um drunnmorreyðan ljómara, og Janus kundi koyra tíðindini á FN. Fuglurin var framvegis at síggja dagin eftir. Hesuferð við dansistovuna. Hann gekk gjøgnum veitirnar og leitaði sær føði. Vit sóu eisini vendisnípu og roðaígðu hendan dagin. Seinni fóru vit til Fugloynna. Har sóu vit nakrar grannljómarar (ein helst av undirslagnum tristis), nakar bringureyðar og ein notuljómara. Drunnmorreyður ljómari eigur í Sibiria og er sera sjáldsamur í Vesturevropa. Ongin er t.d. skrásettur í Danmark, men oyggjar sum Utsira og Røst í Noreg og Hetland hava fleiri skrásetingar - eisini í ár. Vinarliga Silas |







