Torgið Bloggar Birding Faroes
Velblái o.a. PDF
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Fríggjadagur, 09 Oktober 2009 16:44
Bl_stjert_hun1.jpg
7. - 8. okt var eg ein túr í Sumba. Ein velblái - fyrsti fyri Føroyar - var fangaður í Nólsoy 6. okt . Hann skuldi fáa sendara og sleppast í Sumba.

Vit byrjaðu uml. kl 7.45 at ringmerkja í Sumba. Í tí Troels Eske Ortvad - ein af ringmerkjarunum - opnar eitt net, sær hann okkurt flúgva inn í ein runn og 10 sek seinni situr ein velblái í netinum. Hetta er sostatt nr. 2 fyri Føroyar og nr. 2 uppá 3 dagar. Hann bleiv merktur og sleptur aftur í Sumba. Velblái hevur blátt vel og er ótrúliga vakur fuglur - ein ordiligur dreymafuglur! Hann kemur úr Eysturevropa og Sibiria. 
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Drunnmorreyður ljómari
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Týsdagur, 06 Oktober 2009 03:50
Pallas_1.jpg
Leygardagin 3. okt kom ein minni ódn inn yvir Føroyar (serliga norðuroyggjar). Ættin var eystan so eg hugsaði, at okkurt gott kundi koma burturúr viðv. fuglum úr meginlandinum. Jan Ravnborg og eg fóru tí til Svínoyar at hyggja. Fyri veður sigldi súlan ikki á Fugloynna, so vit fingu ikki gjørt tann vanliga rundtúrin, har man kann fara av í Svínoy, meðan súlan fer til Fugloynna og koma aftur ein tíma seinni. Tíbetur hoyrdi Jógvan Edvard í Geili, bóndi og lærari í Svínoy, okkara neyð og bjóðaði okkum at gista hjá sær. Hesum tókum vit sjálvandi fegnir av.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Suðuroy 28. - 30. sep.
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Fríggjadagur, 02 Oktober 2009 13:23
Fj_rul_gv.jpg
28. - 30. - september var eg ein túr í Suðuri fyri at læra eitt sindur um ringmerking. Nakrir manns úr Danmark gera kanningar um, hvussu fuglar ferðast. Teir hava koyrt sendarar á ymiskar ljómarar, so teir kunnu síggja, hvussu teir flyta úr Sumba. Eini 30 ljómarar eru fluttir úr Danmark, so man sær um teir finna rættu kósina úr Sumba. Hatta var sera áhugavert at uppliva. Tó vóru ikki nógvir fuglar at merkja. Vit fangaðu starar, spurvar, leyvljómara og músabróður. Av tí at lítið var at fanga fingu vit tíð at hyggja eitt sindur aðra staðni. Vit sóu m.a. eina fjørulógv á Akrabergi, 2 hvítstelkar á Norðbergsvatni í Hvalba, snjóspurv í Sumba, fleiri smyrlar og hegrar ymsa staðni og helsigásin var eisini at síggja í Trongisvági. 
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Roðaígða í Svínoy
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mánadagur, 21 September 2009 14:28
Eg var aftur ein túr í Svínoy ídag. Har var (sum vant) nógv at síggja. M.a. sá eg yvir 500 íslandsgæs fara suðureftir. Eisini vóru nógvir títlingar og eini 10 grann og leyvljómarar har. Umframt hetta sá eg tveir heykljómarar, tveir notuljómarar, ein munk og ein smyril, sum jagstraði krákurnar. Tað var stuttligt at síggja.



Cool_vel.jpg
Heyklj_mari.jpg
Karminpap1.jpg
Karminpap2.jpg
Karminpap3.jpg
smyril.jpg


 
Viðmerkingar (0)


Svínoy
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Týsdagur, 15 September 2009 14:58
L_vs_2.jpg
Leyvljómari
Í dag var eg aftur í Svínoy. Eg má viðganga at eg eri rættiliga bitin av oynni. Har er størsta slættlendið í Norðoyggjum, nógvir urtagarðar, bøur, fjørða og áir. Har er tískil mestsum økir til allan fugl.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Norðljómari
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mikudagur, 26 August 2009 15:50
25. aug. var eg ein túr í Svínoy. Tað var fínt veður og nógv var at síggja. Í fjørðuni vóru 2 íslandsgrælingir, 9 fjallamurrir, 3 sandgrælingar, 2 svarthálsur, 2 stelkar og fleiri tjaldursgrælingar. Men mest áhugavert var kanska, at nógvir ljómarar vóru at síggja. Eini 25 leyvljómarar, 1 grannljómari og fleiri, sum vóru sera styggir og ringir at greina. Men tað eydnaðist at enda at fáa mynd av einum av teimum sum argaðu, og tað vísti seg at vera ein Norðljómari. Hetta er fjórða skráseting á Føroyum.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Túrur vestanfyri Mykines
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mánadagur, 17 August 2009 05:39
12. aug. vóru Rodmund á Kelduni og eg ein túr eini 10 fjóringar vestan úr Mykineshólm. Vit fóru fyri at hyggja eftir sjófugli. Til hetta endamál høvdu vit lýsi og fiskalivur við, fyri at lokka fuglarnar at koma.

Sunnanfyri Mykines vóru nógvir fuglar at síggja. M.a. sóu vit í alt yvir 500 skrápar, 8-10 gráskrápar, fleiri kjógvar, skúgvar og nakað av ritu, lunda og havest. Tá vit komu nakað vestanfyri hólman sóu vit drunnhvítar. Í alt sóu vit eini 5 sýldar drunnhvítar og eini 10-15 drunnhvítar.

Av tí at vit ikki høvdu annað enn kumpass og radio umborð, vildu vit ikki sigla meir enn eini 10 fjóringar úr landi. Tí komu vit ikki út á heilt djúpan sjógv, har kjansurin fyri at onnur sløg sum t.d. stórskrápur, ternumási o.a. kanska kunnu síggjast, um ein er heppin, eru størri.

Men sum heild ein sakin túrur.

Alm_skr_pe2.jpg
Alm_skr_pe3.jpg
Lille_storm1.jpg
Lille_storm2.jpg
Sodfarvet_skr_pe1.jpg
 


Silas
 
Viðmerkingar (0)