|
Bloggarnir, sum tað so flott eitur, snúgva seg um viðurskifti sum hava við føroysk náttúruviðurskifti at gera. Skrivast kann um eygleiðingar av fuglum, hugleiðingar um náttúrupolitikk, ella dømir um dálking og so framvegis. Eisini kann ein bloggur vera ein dagbók, har onkur skrivar stutt um túrar viðkomandi gongur og leggur nakrar myndir við.
Bloggar higartil eru
- Janus Hansen skrivar um
- ymiskt sum hevur við arbeiði á Føroya Náttúrugripasavni at gera
- Føroya Fuglafrøðifelag
- hugleiðingar
- Birding Faroes. Silas K.K. Olofson skrivar um
- Eygleiðingar av sjáldsomum fuglum
- Myndir av fuglum
- Jóan Petur skrivar um
- Undirvatnsupptøkur
- Myndir av fuglum og útferðum
Niðanfyri eru tey nýggjastu skrivini hjá øllum bloggarum.
|
|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 01 Desember 2009 13:20 |
|
Landsstýrið hevur longi havt ábyrgd av fleiri altjóða sáttmálum, eitt nú av hesum trimum sáttmálum um náttúruvernd:
- Sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, har vit m.a. hava bundið okkum til at tryggja, at afturgongdin í náttúruni er so lítil sum gjørligt í 2010.
- RAMSAR-sáttmálanum, sum ásetur, at vit skulu verja vátlendi, sum hava týdning fyri fugl.
- AEWA-sáttmálanum, har vit hava bundið okkum til at verja ferðafugl.
Í hesum døgum arbeiðir landsstýrið fyri at fáa Føroyar nevndar í enn einum altjóða sáttmála – hesin um útlát. Tískil er tað nú, at landsstýrið skal vísa, at altjóða sáttmálar verða tiknir í álvara her á landi. Ikki kann sigast, at undanfarin landsstýri hava gjørt stórvegis fyri at halda ásetingarnar í hesum altjóða sáttmálum. Tað einasta, ið hevur verið gjørt sambært sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi er at útgeva eina bók um náttúruna í Føroyum. Einki vátlendi er vart og heldur einki er gjørt fyri at verja ferðafugl.
| |
|
Les meira...
|
|
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Týsdagur, 20 Oktober 2009 19:51 |
Í vikuskiftinum vóru William, Janus, Hans Eli og eg ein vikuskiftistúr úti í Mykinesi. Tíverrið sóu vit ikki so nógvan fugl, bert eini 25 sløg tilsamans, og ongan SU fugl. Tað letur til at vit hava verið eina viku ov seinir. Kortini var túrurin sera góður. Her er eitt lítið filmsbrot frá túrinum.
| |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Sunnudagur, 18 Oktober 2009 18:53 |
|
Bergur Olsen kannar sjófugl. Millum annað hevur hann nógvar upptøkur av lundum. Eg leggi her ein lítlan filmstubba (11 MB), sum eg klipti saman fyri hann. | |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Fríggjadagur, 09 Oktober 2009 22:44 |
7. - 8. okt var eg ein túr í Sumba. Ein velblái - fyrsti fyri Føroyar - var fangaður í Nólsoy 6. okt . Hann skuldi fáa sendara og sleppast í Sumba.
Vit byrjaðu uml. kl 7.45 at ringmerkja í Sumba. Í tí Troels Eske Ortvad - ein af ringmerkjarunum - opnar eitt net, sær hann okkurt flúgva inn í ein runn og 10 sek seinni situr ein velblái í netinum. Hetta er sostatt nr. 2 fyri Føroyar og nr. 2 uppá 3 dagar. Hann bleiv merktur og sleptur aftur í Sumba. Velblái hevur blátt vel og er ótrúliga vakur fuglur - ein ordiligur dreymafuglur! Hann kemur úr Eysturevropa og Sibiria. | | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Týsdagur, 06 Oktober 2009 09:50 |
Leygardagin 3. okt kom ein minni ódn inn yvir Føroyar (serliga norðuroyggjar). Ættin var eystan so eg hugsaði, at okkurt gott kundi koma burturúr viðv. fuglum úr meginlandinum. Jan Ravnborg og eg fóru tí til Svínoyar at hyggja. Fyri veður sigldi súlan ikki á Fugloynna, so vit fingu ikki gjørt tann vanliga rundtúrin, har man kann fara av í Svínoy, meðan súlan fer til Fugloynna og koma aftur ein tíma seinni. Tíbetur hoyrdi Jógvan Edvard í Geili, bóndi og lærari í Svínoy, okkara neyð og bjóðaði okkum at gista hjá sær. Hesum tókum vit sjálvandi fegnir av.
| | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Fríggjadagur, 02 Oktober 2009 19:23 |
28. - 30. - september var eg ein túr í Suðuri fyri at læra eitt sindur um ringmerking. Nakrir manns úr Danmark gera kanningar um, hvussu fuglar ferðast. Teir hava koyrt sendarar á ymiskar ljómarar, so teir kunnu síggja, hvussu teir flyta úr Sumba. Eini 30 ljómarar eru fluttir úr Danmark, so man sær um teir finna rættu kósina úr Sumba. Hatta var sera áhugavert at uppliva. Tó vóru ikki nógvir fuglar at merkja. Vit fangaðu starar, spurvar, leyvljómara og músabróður. Av tí at lítið var at fanga fingu vit tíð at hyggja eitt sindur aðra staðni. Vit sóu m.a. eina fjørulógv á Akrabergi, 2 hvítstelkar á Norðbergsvatni í Hvalba, snjóspurv í Sumba, fleiri smyrlar og hegrar ymsa staðni og helsigásin var eisini at síggja í Trongisvági.
| | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Mánadagur, 21 September 2009 20:28 |
Eg var aftur ein túr í Svínoy ídag. Har var (sum vant) nógv at síggja. M.a. sá eg yvir 500 íslandsgæs fara suðureftir. Eisini vóru nógvir títlingar og eini 10 grann og leyvljómarar har. Umframt hetta sá eg tveir heykljómarar, tveir notuljómarar, ein munk og ein smyril, sum jagstraði krákurnar. Tað var stuttligt at síggja.
| | Viðmerk... |
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Fríggjadagur, 18 September 2009 11:44 |
|
Eg havi lagt eitt lítlan film út við upptøkum frá Kaldbaksbotni. | |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Birding Faroes
|
|
Skrivað av Silas
|
|
Týsdagur, 15 September 2009 20:58 |
|
Í dag var eg aftur í Svínoy. Eg má viðganga at eg eri rættiliga bitin av oynni. Har er størsta slættlendið í Norðoyggjum, nógvir urtagarðar, bøur, fjørða og áir. Har er tískil mestsum økir til allan fugl. | | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Fríggjadagur, 04 September 2009 12:12 |
|
Í seinastuni havi eg gjørt nakað burtur úr at taka myndir í fjøruni. Eg brúki eitt lítið vatntæt Panasonic DMC FT1 myndatól. | |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Janus Hansen
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 01 September 2009 18:29 |
Kári á Lofti sá fyri trimum vikum síðan nakrar ormverur í garðinum. Hann ringdi til mín, fyri at spyrja hvat slag hetta var. Tað kundi eg slett ikki svara, men segði at ein máti at finna útav tí var við at klekja tær. Tað royndi hann so.
| |
|
Les meira...
|
|
|
|
|
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 Næsta > Síðsta >>
|
|
Page 1 av 2 |